Keisari

Keisari kallast ríkisleiðarin í summum londum. Orðið keisari kemur úr latíni. Vit kenna tað eisini sum navnið Cæsar. Umframt í rómverjaríkinum hava eisini ríkisleiðarar í fleiri evropeiskum londum rópt seg keisara, m.a. Russlandi (russakeisari ella sarur), Fraklandi (Napoleon Bonaparte), í Eysturríki og í Týsklandi. Fleiri lond uttanfyri Evropa høvdu eisini einaferð ein keisara sum ríkisleiðara, m.a. Etiopia, Persia, Kina, Japan, India, Brasil og Meksiko.

Rómverskir keisarar

  • 31 f.Kr - 14. e.Kr: Augustus (Gajus Julius Cæsar Octavianus)
  • 14 - 37 e.Kr: Tiberius, stjúksonur Augustus.
  • 37 - 41 e.Kr: Galigula
  • 41 - 54 e.Kr: Klaudius
  • 54 - 68 e.Kr: Nero. Umfatandi atsóknir vóru móti teimum kristnu undir Nero keisara, og hildið verður, at Paulus ápostul møguliga er dripin undir Nero.
  • 68 - 69 e.Kr: Galba
  • 69 e.Kr: Otho
  • 69 e.Kr: Vitellius
  • 69 - 79 e.Kr: Vespasianus
  • 70 - 81: Titus. Tað var undir Titusi, at Jerusalem var lagt í oyði í sambandi við jødiska uppreisturin ár 70 - 74 e.Kr., og Titusbogin í Rom er reistur til minnis um sigurin á Jerúsalem.
  • 81 - 96 e.Kr.: Domitianus
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.