Kasakstan
Kasakstan ella Kasakhstan er eitt lýðveldi í Asia. Landið var partur av fyrrverandi Sovjetsamveldinum til desember 1991. Har búgva umleið 20 milliónir. Harav eru 63 % kasakstanar, 23,7 % russar, 2,9 % uzbekar, 2,1 % ukrainar, 1,4 % uyghurar, 1,3 % tatarar, 1,1 % týskarar, 4,5 % onnur fólkasløg. Millum annað komu fleiri jødar til Kasakstan undir øðrum heimsbardaga. Landið er níggjundastørsta landið í heiminum við eini vídd á 2 724 900 km2, hvar 1,7 % er vatn. Størsti býurin eitur Almaty, har búgva 1,3 miljónir. Almaty varð høvuðsstaður til 1997. Býurin er kendur fyri sínar flottu bygningar. Høvuðsstaðurin í Kasakstan eitur Astana, hann gjørdist høvuðsstaður í 1997. Grannatjóðirnar hjá Kasakstan eru: Russland, Kina, Kirgisia (Kyrgyzstan), Usbekistan og Turkmenistan. Harumframt liggur landið við Kaspiska Havið.
| |||
Tjóðarslagorð: | |||
Tjóðsangur: Менің Қазақстаным | |||
Alment mál | kasakiskt og russiskt | ||
Høvuðsstaður | Astana | ||
Forseti | Kassym-Jomart Tokayev | ||
Forsætisráðharri | Älihan Smaiylov | ||
Fullveldi | 16. desember 1991 (frá Sovjetsamveldinum) | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
2.724.900 km² 1,7 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2023 - tættleiki |
20.000.000 7/km² | ||
Gjaldoyra | Tenge (KZT) | ||
Tíðarøki | UTC +5 til +6 | ||
Økisnavn á alnetinum | .kz | ||
Telefonkota | +7 | ||