Katrin Dagbjartsdóttir
Katrin Dagbjartsdóttir,[1] fyrr nevnd Katrin Dagbjartsdóttir Johansen ella bara Katrin Johansen), er ein føroyskur svimjari, sum hevur luttikið á Paralympisku Leikunum. Hon er útbúgvin lærari og starvast sum lærari á Venjingarskúlanum í Havn. Hon er eisini politikari, stillaði upp fyri Fólkaflokkin, og sat fleiri ferðir á Føroya Løgtingi, sum varafólk fyri Óla Breckmann, Bjarna Djurholm og Finnboga Arge.[2]
Katrin Dagbjartsdóttir | |
---|---|
er eitt | menniskja |
Starv | lærari, svimjari |
Dátuheiti |
Lívsleið sum svimjari
Katrin luttók á Paralympisku Leikunum 1988 í Soul, har hon umboðaði Føroyar innan svimjing. Hon vann tvey heiðursmerki: silvur í 100 metrum frí í brekbólkinum C8 og bronsu í 100 m rygg, somuleiðis í C8.
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.