Kampala

Kampala er høvuðsstaður Ugandas. Fólkið í høvuðsstaðum í Uganda, fer næstan ikki frá húsum, uttan at tey hava regnskjól við sær, tí næstan hvønn dag, seinnapart á degi, kemur grovt æl. Í Kampala er í miðal eitt grovt toruæl 242 dagar um árið. Ímóti kvøldi slítur í, og luftin kólnar. Kampala fór illa í bardøgunum, tá ið Idi Amin varð settur frá og í bardøgunum aftaná, men nú verður býurin bygdur upp aftur fyri menningarhjálp og íløgur uttanífrá.

Kampala, Uganda
Land: Uganda
Vídd:195 km²
Íbúgvar (2005):1 353 236
Tíðarzona:UTC +3
Heimasíða:www.kampalacentral.org Archived 2014-12-20 at the Wayback Machine

Sí eisini

Keldur

    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.