Kalvi

Kalvi (frøðiheiti - Hippoglossus hippoglossus) er heimsins størsti flatfiskur. Hann verð­ur upp í 365 cm langur, kanska longri. Vanlig longd er tó 50-200 cm. Kalvi svimur bæði nær landi og út á 1000 m dýpi ella djúpari. Hann livur av krabba og fiski, men etur alt, sum hann klárar at fanga - eisini fugl sum lunda og mása. Kalvi hevur stórt høvd, stóran kjaft og smá eygu. Hann er dýrur fiskur, og tí verður nógv roynt eftir honum.

Kalvi

Støða

Endangered
Vísindaflokking
Ríki: Animalia
Rað: Chordata
Flokkur: Actinopterygii
Hópur: {{{hópur}}}
Ætt: Hippoglossus
Familja: Pleuronectidae
Slag: H. hippoglossus

Kelda

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.