Kakao

Kakaoplantan hoyrir til í tropiska regnskóginum. Árshitin skal í meðal vera umleið 25 ºC og helst ikki víkja frá meira enn 10 ºC hvønn vegin. Avfallið skal vera uml. 200 cm, væl javnað alt árið. Fruktin á kakaotrænum er eitt uml. 20 cm langt hylki. Í hylkinum liggja kakaobønirnar við fruktkjøti uttanum. Tá ið hylkini eru tikin, verða tey klovin, og fruktkjøt og bønir verða løgd út at turka í sólin. So skorpnar fruktkjøtið burtur, og bønirnar gera og missa beiska smakkin, sum annars er at teimum. Síðan verða bønirnar reinsaðar og fyltar í sekkir, lidnar til útflutnings. Í innflutningslondunum verður fitievnið vunnið úr bønunum. Tað verður m.a. nýtt til smyrsl. Av tí, sum eftir er, verður gjørt kakaopulvur, soleiðis sum vit kenna tað. Týdningarmestu kakaolondini í 2012 eru Fílabeinsstrondin, Indonesia, Gana, Nigeria, Kamerun, Brasil og Ekvador.

LandFramleiðsla í
2012 (tons)[1]
Prosent av
heimsframleiðsluni
Fílabeinsstrondin Fílabeinsstrondin1 650 00034.7 %
Indonesia Indonesia936 00020.6 %
Gana Gana879 00013.8 %
Nigeria Nigeria383 0005.9 %
Kamerun Kamerun256 0005.9 %
Brasil Brasil253 0004.7 %
Ekvador Ekvador133 0003.7 %
Meksiko Meksiko83 0000.9 %
Turkaðar kakaobønir. Einki land í heiminum dyrkar so nógv kakao sum Fílabeinsstrondin og onkuntíð er tað upp í 80 % av útflutninginum um árið, men Fílabeinsstrondin er í harðari kapping við m.a. grannalandið Gana um altjóða marknaðin.

Keldulisti

  1. http://faostat.fao.org/site/339/default.aspx
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.