Kálvur lítli

Kálvur lítli var síðsti katólski prestur í Sandoy í 14. øld. Sagt verður, at hann var sera grammur í skapi, hádingsmaður og ein rættur óflýggjakroppur. Hann hevur, sum prestarnir enn á døgum, búð í prestagarðinum í Todnesi á Sandi. Nær við Todnes liggur ein aldargomul rætt, sum hevur navnið Kálvmannarætt. Kálvur lítli hevði tveir synir Harald og Rasmus. Haraldur var løgmaður í Føroyum um 1412.

Keldur

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.