Jútland
Jútland er ein hálvoyggj í Danmark. Størsti landspartur í Danmark er langa, smala nesið Jútland, sum hevur mark ímótí Týsklandi.
Suðurjútland eitur eisini Norðurslesvík. Saman við Suðurslesvík, sum er partur av Týsklandi, er Norðurslesvík partur av gamla hertugadøminum Slesvík. Í 1864 misti Danmark Slesvík og Holstein til Týskland. Her búðu fólk, sum tosaðu danskt, frísiskt og týskt saman. Tá Týskland tapti Fyrra heimsbardaga var møguligt at halda eina fólkaatkvøðu í einum parti av Slesvík um, hvat land, tey skuldu verða partur av. Hetta var 10. feb. og 14. mars í 1920. 15. juni 1920 gjørdist Norðurslesvík aftur alment ein partur av Danmark og verður nú kallað Suðurjútland.
Fyrisitingarligar eindir
Regiónir
Við kommunalreforminum í Danmark hin 1. januar 2007 komu regiónir í staðin fyri amtini. Jútland er býtt sundur í tríggjar regiónir:
- Región Norðurjútland
- Región Miðjútland
- Región Suðurdanmark, sum eisini umfatar Fjón við oyggjum har um leiðir.
Fyrrverandi amtini
Við kommunalreforminum í 1970 bleiv Jútland býtt sundur í sjey amt:
- Nordjyllands Amt
- Ribe Amt
- Ringkjøbing Amt
- Sønderjyllands Amt
- Viborg Amt
- Vejle Amt
- Århus Amt
Størstu býir í Jútlandi
Aarhus (249.709) • Aalborg (103.545 (126.556 íroknað. Nørresundby)) • Esbjerg (71.576) • Randers (60.656) • Kolding (57.197) • Horsens (53.807) • Vejle (51.341) • Herning (46.279) • Silkeborg (42.724) • Fredericia (39.716) • Viborg (35.893) • Holstebro (34.241) • Sønderborg (27.237) • Hjørring (24.762) • Frederikshavn (23.339) • Haderslev (21.213) • Skive (20.633) íbúgvar.[1]