Juventus F.C.
Juventus er eitt fótbóltsfelag úr Torino, Italia, sum varð stovnað í 1897. Felagið er tað mest vinnandi fótbóltsfelagið í Italia til allar tíðir, og er eitt av týdningarmestu fótbóltsfeløgum í heiminum. Felagið hevur vunnið italska meistaraheitið 31 ferðir. Teir hava altíð spælt í Seriu A, burtursæð frá 2006-07, tí teir vóru noyddir at flyta eina deild niður orsakað av einari gølu í 2006, um avtalað spæl við dómarar. Sjálvt um teir byrjaðu við fleiri minusstigum, venjarin segði seg úr starvi og fleiri av bestu leikarunum funnu onnur feløg at spæla fyri, so megnaðu teir uttan trupulleikar at flyta uppaftur í bestu deildina. Heimastadion hjá felagnum er Juventus Stadion, sum rúmar 41.000 áskoðarum.
Fult navn | Juventus Football Club S.p.A. | |||
---|---|---|---|---|
Kelinavn |
[La] Vecchia Signora[1] (Gamla daman) [La] Fidanzata d'Italia (Daman hjá Italia) [I] bianconeri (Hvít-svørtu) [Le] Zebre (Sebrairnar) [La] Signora Omicidi (Dreparadaman)[2] [La] Goeba (Gallo-Italic fyri: Kúlu á rygginum) | |||
Stovnað | 1 november 1897 (sum Sport Club Juventus) | |||
Vøllur |
Juventus Stadion, Torino, Italia | |||
Kapasitetur | 41 507[3] | |||
Eigari | Agnelli familjan (gjøgnum EXOR S.p.A, BIT: JUVE) | |||
Formaður | Andrea Agnelli | |||
Venjari | Massimiliano Allegri | |||
Deild | Serie A | |||
2015–16 | Serie A, 1. | |||
Heimasíða | Heimasíða | |||
| ||||
Fótbóltshópur
Dagført hin 15. oktober 2016 Viðmerking: Fløgg vísa til landslið, sambært reglunum hjá FIFA. Leikarar kunnu hava meira enn ein ikki-FIFA tjóðskap.
|
|
Litir og eykanøvn
Litirnir á búnum eru svart hvítar strípur niðureftir, tað minnir um búnarnir sum føroyska felagið TB nýtir. Teir hava brúkt hesir litirnir síðan 1903, tey fyrstu árini brúkti felagið ljósareyðar blusir og svørt shorts. Juventus hevur eisini eykanøvn: la Vecchia Signora (gamla daman) og la Fidanzata d'Italia (daman hjá Italia), hetta tí at Juventus tey seinnu árini hevur fingið fleiri og fleiri viðhaldsfólk úr Suðuritalia, sum hava arbeitt í Torino, tey eru serliga úr Palermo og Napoli. Onnur eykanøvn, ið vera knýtt at felagnum eru: i bianconeri (teir svørt-hvítu), le zebre (sebrain), hetta orsakað av litunum og strípunum.
Heiður
Meistaraheiti í Italia
- Italska Meistaraheitið / Seria A: 31
- 1905, 1925–26, Til 1921, var meistaradeildin í italskum fótbólti Federal Football Championship, síðan tá, hevur tað verið Prima Divisione (Firsta Deild), Divisione Nazionale (Tjóðardeildin), og Seria A.</ref> 1930–31, 1931–32, 1932–33, 1933–34, 1934–35, 1949–50, 1951–52, 1957–58, 1959–60, 1960–61, 1966–67; 1971–72, 1972–73, 1974–75, 1976–77, 1977–78, 1980–81, 1981–82, 1983–84, 1985–86, 1994–95, 1996–97, 1997–98, 2001–02, 2002–03, 2011–12, 2012–13, 2013–14, 2014–15
- Nummar tvey (20): 1903; 1904; 1906; 1937–38; 1945–46; 1946–47; 1952–53; 1953–54; 1962–63; 1973–74; 1975–76; 1979–80; 1982–83; 1986–87; 1991–92; 1993–94; 1995–96; 1999–00; 2000–01; 2008–09
- Coppa Italia: 10
- 1937–38, 1941–42, 1958–59, 1959–60, 1964–65, 1978–79, 1982–83, 1989–90, 1994–95, 2014–15
- Nummar tvey (5): 1972–73; 1991–92; 2001–02; 2003–04; 2011–12
- Supercoppa Italiana: 6[4]
- 1995, 1997, 2002, 2003, 2012, 2013
- Nummar tvey (4): 1990; 1998; 2005; 2014
- Seria B: 1[5]
- 2006–07
- Nummar tvey (0): ongantíð
Evropeisk Meistaraheiti
- 1984–85, 1995–96
- Nummar tvey (5): 1972–73; 1982–83; 1996–97; 1997–98; 2002–03
- UEFA Cup Winners' Cup: 1
- 1983–84
- Nummar tvey(0): ongantíð
- 1976–77, 1989–90, 1992–93
- Nummar tvey (1): 1994–95
- 1999
- Nummar tvey (0): ongantíð
- UEFA Super Cup: 2[11]
- 1984, 1996
- Nummar tvey (0): ongantíð
Keldur
- Eisini Madama á Piedmontesiskum máli.
- (Arpino et al. 1992, p. 613)
- "I numeri" (in Italian). ilnuovostadiodellajuventus.com. http://www.ilnuovostadiodellajuventus.com/Pages/i_numeri.aspx. Heintað 23 July 2011.
- "Albo d'oro Supercoppa TIM" (in Italian). Lega Nazionale Professionisti Serie A. http://www.legaseriea.it/it/altre-competizioni/supercoppa-tim/albo-d-oro. Heintað 21 May 2012.
- "Italy – List of Second Division (Serie B) Champions". The Record Sport Soccer Statistics Foundation. http://www.rsssf.com/tablesi/ital2champ.html. Heintað 19 August 2009.
- "European Champions' Cup". The Record Sport Soccer Statistics Foundation. http://www.rsssf.com/tablese/ec1.html. Heintað 19 August 2009.
- Til 1992, var meistaraliðskappingin hjá UEFA nevnd European Champion Clubs' Cup; síðan tá, hevur kappingin verið nevnd UEFA Champions League.
- The European Inter-Cities Fairs Cup (1958–1971) was a football tournament organized by foreign trade fairs in European seven cities (London, Barcelona, Copenhagen, and others) played by professional and—in its first editions—amateur clubs. Along these lines, that competition is not recognised by the Union of European Football Associations as an UEFA club competition; cf. "UEFA Europa League: History". Union des Associations Européennes de Football. http://www.uefa.com/Competitions/uefacup/History/index.html. Heintað 25 August 2009.
- Intertoto-cup.com
- Uefa.com
- UEFA Super Cup 1985 finalan millum italska felagið og Everton, 1984–85 Cup Winners' Cup winners varð ikki leiktur orsakað av Heysel Stadion vanlukkuni; cf. "UEFA Super Cup: History". Union des Associations Européennes de Football. http://www.uefa.com/competitions/SuperCup/history/index.html. Heintað 25 August 2009.