Joen Magnus Rasmussen
Joen Magnus Rasmussen (føddur 27. februar 1966) er ein føroyskur vinnulívsmaður og politikari (FF).
Hann er útbúgvin skrivstovumaður, og er stjóri á Tavan Sp/f í Leirvík.
Politisk lívsleið
Hann var bygdarráðslimur í Leirvík 2000–2008 og býráðslimur í Eysturkommunu 2009–2012. Frá 2011-2015 var hann fastur varalimur á Føroya Løgtingi fyrst fyri Jákup Mikkelsen 2011–2012 og frá 2012-2015 fyri Jacob Vestergaard. Hann var næstformaður í Landsstýrismálanevndini og varamaður í Fíggjarnevndini og Trivnaðarnevndini frá 2011-2015. Á løgtingsvalinum 2015 varð hann ikki valdur.
Løgtingsnevndir
- 2011-15 Næstformaður í Landsstýrismálanevndini
- 2011-15 varamaður í Fíggjarnevndini
- 2011-15 varamaður í Trivnaðarnevndini
Familja
Hann er sonur Ragnhild og Jafet Rasmussen. Hann er giftur Silvurlín Rasmussen, tey eiga børnini Jeanet Toftenæs Rasmussen og Silju Toftanes Rasmussen.[1]
Keldur
- "logting.fo". http://www.logting.fo/parliamentmember/view.gebs?parliamentMember.id=120. Heintað 2014-05-29.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.