Jeanne d'Arc
Jeanne d'Arc, eyknevnd Moyggin úr Orléans, (fødd 6. januar 1412 í Domremy, Lorraine í Fraklandi − deyð 31. mai 1431 í Rouen) var ein kvinnuligur franskur herleiðari í síðstu fasuni av hundraðárskrígnum. Hon gjørdist halgimenni seinni. Jeanne d'Arc bleiv brend á báli fyri vranglæru í Rouen, men fekk uppreisn í 1456 og er nú ein fronsk tjóðarhetja. Hon bleiv kanoniserað (viðurkend sum halgimenni) av tí katólsku kirkjuni í 1920. Hon var ein bóndagenta sum hvørki dugdi at lesa ella skriva. Tað sigst, at hon sum 12-ára gomul hoyrdi røddir úr erva, sum bað hana um at halda seg frá kynslívinum og seinni eggjaði henni til at bjarga móðurlandinum.
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.