Jazz

Jazz tónleikur (kann á føroyskum eisini skrivast djass, djassur, jassur ella jazzur) er eitt slag av afrikanskum-amerikanskum tónleiki, ið byrjaði seint í 19. øld og tíðliga í 20. øld í suðurstatunum í USA, sum ein kombinasjón av evropeiskum harmonitónleiki og afrikanskum tónleikaelementum, eitt nú bláir tónar, impovisasjón, polyrytmur, synkopsjón og swing (swung note).[1] Jazz hevur eisini tikið til sín elementir úr amerikanskum popptónleiki.[2]

Kendir jazz tónleikarar
Louis Armstrong, trompetleikari.

Jazzurin spjaddist kring heimin og tók fjølbroyttar tónleikamentanir til sín úr ymiskum londum, regiónum og úr lokalum tónleikamentanum, og harvið komu fleiri serstakir stílir av jazzi: New Orleans jazzur er frá tíðini frá fyrst í 1910-árunum, big band swing, Kansas City jazzur og Gypsy jazzur frá 1930-árunum og 1940-árunum, bebop frá mið-1940-árunum, Afro-Kubanskkur jazzur, West Coast jazzur, ska jazzur, cool jazzur, Indo jazzur, avant-garde jazzur, soul jazzur, modal jazzur, chamber jazzur, fríjazzur, Latínjazzur, smooth jazzur, jazz fusion og jazz-rock, jazz funk, loft jazz, punk jazz, acid jazz, ethno jazz, jazz rap, cyber jazz, M-Base og nu jazz.

Louis Armstrong, ein av kendastu jazztónleikarunum, segði við Bing Crosby í einari útvarpssending, "Ah, swing, well, we used to call it syncopation, then they called it ragtime, then blues, then jazz. Now, it's swing. White folks - yo'all sho is a mess!"[3][4]

Í einari samrøðu í 1988 segði J. J. Johnson, trombonleikari: "Jazz is restless. It won't stay put and it never will".[5]

Søgan

Jazzurin mentist í USA, fyrst og fremst kring Mississippideltaðið og í býnum New Orleans har siðbundnar afrikanskar rytmur og arbeiðssangir vóru blandaðir saman við sálmar, marsch'ir og ikki minst kabaret og variete-tónleik úr Evropa. Sjálvt ymisk sløg av etniskum tónleiki vóru týðandi innsløg og gav íblástur, eitt nú írskur fólkatónleikur, ungarskur-jødiskur klezmertónleikur. Jazzurin hevur lutvíst felags søgu og bakgrund sum bluestónleikur, bluegrasstónleikur og countrytónleikur.

Tann fyrsti jazztónleikurin uppstóð í New Orleans, við trompetleikaranum Buddy Bolden sum eitt av teimum kendu nøvnunum síðst í 19. øld. Chicago var ein av býunum, har tann nýggi tónleikurin slóg ígjøgnum, og síðan spjaddist hann skjótt til New York og teirr størru býirnir í Evropa.

Tá ið Jazzurin gjørdist væl umtóktur víða um, sóu hvítir handilsmenn, at tað bar til at vinna pening við hesum tónleikinum. Jazzurin varð býttur sundur í tveir partar: Jazz og Sweet Jass. Man stavaði við 's' og legði afturat 'Sweet' fyri ikki at verða blandað saman við ektaðan svartan jazz. Í jassi var improvisationen eisini tikin burtur, alt skuldi skrivast niður. Júst sum nútíðar "Smooth Jazz", sum hevur sera lítið í felag við jazzimprovisasjón, sjálvt um harmoniskir svingningar og rytmikkur líkjast.

Umleið 1910 kom tað stóra gjøgnumbrotið hjá jazzinum, í sambandi við, at hann var settur saman við tí nýggja dansitónleikinum sum two-step, one-step, foxtrot og onnur nýgg dansisløg. Paul Whiteman gjørdi frá umleið 1916 jazzin populeran í breiðari umhvørvum. Jazzurin kom til Evropa undir fyrra heimskríggi og gjørdist beinanvegin væl dámdur. Jazzurin kom enntá at ávirka tónasmiðir innan klassiska tónleikin sum til dømis Igor Stravinskij, Kurt Weill, Ernst Krenek, Erik Satie og aðrar.[6]

Tær fyrstu kendu jazzinnspælingarnar vóru gjørdar í 1917 av Original Dixieland Jazz Band. Fyrst í 1920-árunum vóru innspælingar gjørdar av eitt nú King Oliver's Orchestra og New Orleans Rhythm Kings. Ein týðandi jazzkomponistur og orkesturleiðari var Ferdinand "Jelly Roll" Morton, við hansara Red Hot Peppers. Hann var upprunaliga ein ragtimepianistur við sínum serstaka spælstíli sum menti eina frælsari synkopering. Í 1938 gjørdi Morton eina røð av innspælingum fyri Library of Congress, har hann framførdi og greiddi frá um menningina hjá jazzinum, bæði við sínum pianospæli og við frágreiðingum.

Jazzur kann býtast upp í fleiri undirbólkar, og við tíðini er jazzur ávirkaður av tónleiki ymsastaðna frá. Orsøkin til hetta er at jazzurin slóg ígjøgnum í fleiri ymiskum mentanum og at improvisasjónin krevur nógv rúm. Ragtime, ein lættur synkoperaður tónleikastílur frá 19. øld og mentist av eitt nú Scott Joplin, var ein av stílsløgunum hjá jazzinum.

Keldur

  1. Alyn Shipton, A New History of Jazz, 2nd ed., Continuum, 2007, síða 4–5
  2. Bill Kirchner, The Oxford Companion to Jazz, Oxford University Press, 2005, Chapter Two.
  3. books.google.com, síða 172, heitið: Scott Joplin and the age of ragtime
  4. Father of the Blues by William Christopher Handy. 1941 MacMillan page 292
  5. J J Johnson continued, "[Jazz] is forever seeking and reaching out and exploring": DownBeat: The Great Jazz Interviews – A 75th Anniversary Anthology: síða 250
  6. Bók: Carlquist, Gunnar, útgávuár: 1933, heitið: Svensk uppslagsbok. Bind 14, Malmö, Svensk Uppslagsbok AB, sida 372-73
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.