Jarnbardur
Jarnbardur er eitt seksmannafar hjá Róðrarfelagnum Knørri (RK) á Skálatrøð í Tórshavn. Hann er bláur við hvítari rond og hevur føroyskan stavn, sum eisini er eitt av sermerkjum felagsins.
![](../I/Jarnbardur-kvinnur-2004.jpg.webp)
Navnið Jarnbardur stavar frá kvæðinum um Ormin Langa, sum er navnakelda til allar bátarnar hjá Róðrarfelagnum Knørri, og rógvarar á Jarnbardi hava sum allir rógvarar í felagnum eina ørindisreglu úr kvæðinum á búna sínum.
![](../I/Jarnbardur.jpg.webp)
Jarnbardur hevur vunnið flest føroyameistarheitir í bólkinum 6-mannafør kvinnum, við 18 FM heitum tilsamans. Jarnbardur gjørdist føroyameistari hjá kvinnum árini; 1991, 1992, 1993, 1997, 1999, 2000, 2002, 2004, 2005, 2007, 2008, 2013, 2014, 2015, 2020, 2021, 2022 og 2023.[1] Tað er tað mesta, av nøkrum báti, í nakrari deild í kappróðri.
Jarnbardur hevur eisini vunnið 1 føroyameistarheiti, í 6-mannaførum monnum, sum teir vunnu í 2013
Verandi Jarnbardur er tann triði í røðini; tann fyrsti kom í 1990.
Keldur
- "Drekin.fo". http://drekin.fo/default.asp?page=teams&mode=boatinfo&boatID=28. Heintað 2012-06-27.