Janus á Húsagarði
Janus á Húsagarði (føddur í Tórshavn 13. desember 1975) er føroyskur teknari og rithøvundur. Hann hevur teknað, síðan hann var smádrongur. Tá ið Janus var liðugur at ganga í skúla, arbeiddi hann umborð á Norrønu í seks summur, um veturin fjakkaði hann serliga í Asia. Á fjakkaraferðunum hevur hann teknað alla staðni, hann kom fram, og fekk nógvan íblástur, haðani hann ferðaðist. Síðani hevur Janus lært til snikkara og hevur búð úti á bygd í Føroyum í nógv ár, men er nú fluttur til Havnar við unnustu sínari og tveimum børnum. Janus arbeiðir nú sum snikkari, men brúkar nógv av sínum fríløtum at tekna. Dreymurin er at kunna brúka enn meira tíð uppá at tekna, mála, dreya og telgja trælutir. Í februar 2014 læt hann upp gallarí í Jansstovugøtu 10 í Havn.[1]
Útgávur
Heiðurslønir og gávugóðs
Keldur
- "in.fo, Janus í nýggjum gallaríi í Havn". http://www.in.fo/news-detail/news/janus-i-nyggjum-gallarii-i-havn/. Heintað 2014-02-20.
- "BFL.fo". http://www.bfl.fo/Myndab%C3%B8kur.aspx?ID=1031&ProductID=PROD668. Heintað 2011-07-25.
- "BFL.fo". http://www.bfl.fo/Rith%C3%B8vunda-v%C3%ADsing.aspx?ID=1010&GROUPID=GROUP506. Heintað 2011-07-25.
- "Sandportal.fo". http://www.sandportal.fo/onnur-tindi/24/jensina-olsen-fekk-barnabkaheiurslon-trshavnar-bras-2010.aspx. Heintað 2011-07-25.