James Buchanan

James Buchanan (føddur 23. apríl 1791 í Cove Gap nærhendis Mercersburg í Pennsylvania í USA, deyður 1. juni 1868 í Lancaster í Pennsylvania) var amerikanskur løgfrøðingur, politikari og statsleiðari.

James Buchanan.

Sum politikari gjørdist Buchanan í 1828 limur í Demokratiska flokkinum. Hann var senatorur fyri Pennsylvania árini 1834-1845 og amerikanski uttanríkisráðharrin árini 1845-1849. Hann var fimtandi forsetin í USA frá 4. mars 1857 til 4. mars 1861.[1]

James Buchanan er tann einasti amerikanski forsetin ið var ógiftur alt lívið.

Ávísingar úteftir

Keldutilfar

  1. James Buchanan, congress.gov
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.