Jólafundurin 1888
22. desember 1888 stóð hendan stutta lýsing í Dimmalætting:
Ein og hvör bjóðast at koma í tinghúsið annan jóladag kl. 3 e.m., har. sum vit atla, at samráðast um at verja Förja mál og Förja siðir. E. D. Bærentsen. H. N. Jacobsen. D. Isaksen. S. F. Samuelsen. R. C. Effersø. Jens Olsen. Just Jacobsen. C. L. Johannesen. J. Padurson.
Við hesi innbjóðing, ið 9 vælkendir føroyingar skrivaðu undir, byrjaði eitt nýtt tíðarskeið í søgu Føroya fólks - tá byrjaði tjóðskaparrørslan av álvara.
Hetta var ein illveðursdag, regn og vindur, tøssut at ganga, men kortini fór maður av húsi niðan í tinghúsið. Fundurin vardi í tríggjar tímar, har drúgvar røður vóru hildnar um øll tjóðskaparlig viðurskiftið; serliga var dentur lagdur á málið í skúlum og kirkjum. Umframt røður, vóru føroyskir sangir sungnir, millum annað læs Rasmus Effersøe yrkingina Málstrev (Nú er tann stundin), ið tann ungi bóndin úr Kirkjubø, Jóannes Patursson, hevði yrkt til høvið.
Boðskapurin í hesi longu yrking verður borin fram longu i fyrsta ørindi:
- Nú mugu føroyingar semjast um at bjarga móðurmálinum. Tað er fólksins skylda bæði móti sær sjálvum og forfedrunum at verja og menna dýrasta mentanararvin av øllum -málið. Men móðurmálið er nú so forfjónað og eyðmýkt í sínum egna landi, at tað býður tess ikki bøtur, uttan fólkið alt sýnir vilja og evni og tekur lógvatak saman.
Fundarsamtykt
Fundurin endaði við fundarsamtykt í 6 greinum:
- Føroyskt mál skal verða kenslugrein í skúlanum, so skjótt neyðugar skúlabøkur á føroyskum eru fingnar til vega.
- Í søgufrálæruni eigur dentur at verða lagdur á Føroya søgu.
- Øll uttanatlæra á donskum í kristnikensluni skal burtur, í staðin skal tað lisna endurgevast á føroyskum.
- Prestarnir eiga at hava rætt til at nýta føroyskt mál innan og uttan kirkjugátt.
- Føroyskt mál eigur at fáa fullan rætt í øllum almennum viðurskiftum.
- Arbeitt eigur at verða fyri at fáa settan á stovn føroyskan fólkaháskúla.
Stovnanin af Føroyingafelag
Tað ringa veðrið forðaði bygdarfólki í at koma til Havnar, tí varð innkallað tíl nýggjan fund 6. januar 1889, har Føroyinga-felag varð stovnað við hesum stevnumiði:
- At fáa Føroya mál tíl æru.
- At fáa føroyingar til at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir.
Sostatt varð tjóðskaparhugsjónin longu tá rúmkað til sjálvstýrishugsjónina.
Frímerki
Bárður Jákupsson hevur sniða frímerkjuni høgrumegin ið avmynda teir 9 ið sendu inbjóðingina til Jólafundin út í 1888.
- 3.00 kr frímerki - Lýsingin í Dimmalætting 22. desember 1888, ið nevnd er í tekstinum.
- 3.20 kr frímerki - Tekning av fólkafundi í Reynsmúlalág í 1908 eftir William Heinesen.
- 12.00 kr frímerki - Fyrsta ørindi í yrking Jóannesar bónda.
Bøkur
- Jóhannes av Skarði: Jólafundurin 1888 - og eitt sindur um høvuðsmenninar í Føroyingafelag í Føroyum. Tórshavn: Føroya Skúlabókagrunnur, 1980