Iqaluit

Iqaluit (úttala: /iˈkæluɪt/, inuktitut: ᐃᖃᓗᐃᑦ) er ein býur í norðara parti av Kanada. Navnið á býnum kemur av inuit-málinum og merkir "Staður við nógvum fiski". Áðrenn 1987 var býurin kendur sum Frobisher Bay. Iqaluit er høvuðsstaðurin og størsti býurin í tí kanadiska meginøkinum Nunavut.

Iqaluit, Nunavut
Grunddáta
Land:Kanada Kanada
Meginøki: Nunavut
Grundlagdur:1942
Vídd:52.5 km²
Íbúgvar (2016):7.082
Heimasíða:www.city.iqaluit.nu.ca

Iqaluit liggur við víkina Frobisher Bay, sunnarumegin á oynni Baffinsland. Í 2016 búðu 7.082 fólk í Iqaluit.[1]

Býurin varð fyrstu ferð bygdur í 1942, tá hann var stovnaður sum amerikonsk flogbasa. Flogvøllurin, sum nú verður nevndur Iqaluit Airport, liggur í ein útnyrðing stutt frá miðbýnum.

Iqaluit hevur verið høvuðsstaður í økinum Nuvanut síðan meginøkið var sett á stovn í 1999. Býurin er eitt nú kendur fyri lærda háskúlan: Nunavut Arctic College.

Myndir

Ávísingar úteftir

Keldur

  1. Census Profile, 2016 Census - Iqaluit, statcan.gc.ca
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.