Helsinki

Helsinki (svenskt: Um hetta ljóðið Helsingfors ) er høvuðsstaður í tjóðveldinum Finnland. Hann er vakur býur við beinum gøtum og nógvum prýðiligum húsum. Í býnum er universitet, og har er stórt fornminnissavn. Annars er hann mettur at vera størsti ídnaðarbýur í Finnlandi. Í býinum er eisini óføra góð havn, og fram við havnalagnum er sølugøta, har fólk selja grønmeti, frukt, fisk og blómur. Í Helsinki eru mong spennandi og nýmótans hús bygd soleiðis, at tey hóska saman við tí gamla og skapa ein serligan finskan byggistíl.

Grunddáta
Land:Finnland Finnland
Stødd:213,66 km²
Íbúgvatal (2012):604 380
Íbúgvatættleiki:2 828 7 /km²
Heimasíða:www.hel.fi

Høvuðsstaður Finnlands er út ímóti havinum og liggur opin og frítt fyri. Í Finnlandi er meginlandaveðurlag. Í Helsinki er miðalhitin kaldasta mánaðin -5 °C og heitasta +18 °C.

Hygg eisini at

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.