Helena (Montana)

Helena er høvuðsstaðurin í amerikanska stakríkinum Montana.

Helena, Montana
Kort
Grunddáta
Land: USA
Lutstatur: Montana
Grundlagdur:1864
Vídd:42,45 km²
Íbúgvar (2019):33 124[1]
fyri km²:/km²
Heimasíða:www.ci.helena.mt.us Archived 2006-01-10 at the Wayback Machine

Býurin liggur vestarlaga í lutstatinum, 153 kilometrar (95 míl) eystan fyri Missoula, ið er næststørsti býur í Montana, og 284 kilometrar (177 míl) í útnyrðing vestan úr Billings, ið er størsti býur í stakríkinum.

Søga

Ein búseting varð grundlagd í 1864, tá ið gull varð funnið har í økinum (Montana gold rush). Fyrst varð hon nevnd Crabtown, men seinni fekk búsetingin navnið Saint Helena. Fólk hildu tó, at orðið "Saint" var óneyðugt og síðan kallast býurin bara Helena. Longu í 1888 búðu 12 túsund fólk í peningaríka býnum, herímillum 50 millióningar.[2][3]

Helena gjørdist høvuðsstaður í Montana-økinum (Montana territory) í 1875 og høvuðsstaður í stakríkinum í 1889.

Í dag búgva har fleiri enn 33 túsund fólk. Harvið er hann sættstørsti býur í Montana.[1]

Myndir

Kend fólk

Ávísingar úteftir

Keldur

Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.