Heini Olsen
Heini Olsen (føddur 2. juli 1930 Inni á Fjørð í Vestmanna) er útbúgvin verkfrøðingur úr Vestmanna. Foreldur: Dagmar og Haldor Olsen.
Heini hevur sum verkfrøðingur arbeitt víða um heim, m.a. í Iran, Afghanistan, Zanzibar, Nigeria. m.a. fyri byggifyritøkuna Kampsax. Seinnu árini stóð Heini Olsen sum deildarleiðari fyri projektertandi vegadeildini hjá Landsverkfrøðinginum (nú: Landsverk) fyri stóru útbyggingini av føroyska vegakervinum. Heini hevur lýst lív sítt í endurminningarverkinum "Meg minnist - og ørminnist". [1]
Ávísingar úteftir
- Heini Olsen, sprotin.fo
Keldur
- Heini Olsen, sprotin.fo
- Meg minnist og ørminnist 1, sprotin.fo
- Trý túsund nætur og trinnar, sprotin.fo
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.