Hausa mál

Hausa (Yaren Hausa ella Harshen Hausa) er eitt Kjad mál (ein grein av Afro-Asiatiskum málum) við tí størstu mongdini av fólkum ið tosa málið. Umleið 34 milliónir fólk tosa hausa sum móðurmál, meðan í minsta lagi 18 milliónir fólk tosað málið sum annað mál (fyrsta fremmandamál), til samans tosa umleið 52 milliónir hausa-málið.[1] Hausa málið verður fyrst og fremst tosað í Niger og Nigeria men verður eisini brúkt rættiliga nógv í øðrum vestuafrikonskum londum. Hausa málið verður í høvuðsheitum tosað av muslimum.

Kort ið vísir, hvar hausa-málið verður tosað

Skrivtmálið

Boko (Latín)

Nýtíðar almenna hausa verður skrivað við latínskum bókstavaraði, ið verður nevnt Boko, tað varð innført í 1930 av bretsku hjálanda fyrisitingini.

A aB bƁ ɓC cD dƊ ɗE eF fG gH hI iJ jK kƘ ƙL l
/a//b//ɓ//tʃ//d//ɗ//e//ɸ//ɡ//h//i//(d)ʒ//k//kʼ//l/
M mN nO oR rS sSh shT tTs tsU uW wY y(Ƴ ƴ)Z zʼ
/m//n//o//r/, /ɽ//s//ʃ//t//(t)sʼ//u//w//j//ʔʲ//z//ʔ/

Bókstavurin ƴ verður bert nýttur í Niger; í Nigeria verður bókstavurin skrivaður ʼy.

Keldur

  1. Ethnologue (2009) cites 18,5 million L1 and 15 million L2 speakers in Nigeria in 1991; 5.5 million L1 speakers and half that many L2 speakers in Niger in 2006, 0.8 million in Benin in 2006, and just over 1 million in other countries.

Slóðir

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.