Harry Belafonte
Harry Belafonte (føddur sum Harold George Bellanfanti jr. hin 1. mars 1927 í Harlem, New York City, deyður 25. apríl 2023 í Manhattan, New York City) var ein jamaikansk-amerikanskur sangari, sjónleikari og stríðsmaður fyri borgararættindum.[1][2][3]
Hann er sum tónleikari serliga kendur fyri sangin "Day-O" um bananbátin (The Banana Boat Song) frá 1956. Útgávan hjá honum, "Calypso" verður hildið at vera tann fyrsta hjá einum støkum listafólki til at verða seld í meira enn í einari milliónum eintøkum.[4] Tilsamans gav hann 30 plátur og fløgur úr, umframt átta konsertupptøkur.[5]
Í 1960 fekk hann eina stjørnu á Hollywood Walk of Fame.[3]
Ávísingar úteftir
- Stuttar ævisøgur:
- Harry Belafonte, imdb.com (á enskum)
- Harry Belafonte, walkoffame.com (á enskum)
Keldutilfar
- In memoriam: Harry Belafonte, through his art and activism, left this world a better place, chicagotribune.com, 25. apríl 2023
- Harry Belafonte, imdb.com
- Harry Belafonte, walkoffame.com
- Harry Belafonte er deyður 96 ára gamal, in.fo, 25. apríl 2023
- Ein rødd hjá teimum littu í USA er tagnað, dimma.fo, 25. apríl 2023
Hendan greinin um USA er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.