Harra Klæmint

Clemen Laugesen Follerup (1602 í Vollerup - 30. januar 1688 á Sandi) vanliga nevndur Harra Klæmint úr Jútlandi, var prestur á Sandi frá 1648 til 1688. Harra Klæmint var eisini róptur rádni prestur´, tí hann var stinnur í gandi.

Harra Klæmint hevur sostatt verið samtíðarmaður við Guttorm í Múla, og einaferð Harra Klæmint var illa sperdur av niðagrísi, sendi hann boð eftir Guttormi, sum var stinnur í gandi, at hjálpa sær, sigur søgnin.

Sagt verður um Harra Klæmint, at hann lættliga bar sítt jarðargóðs á herðunum, tá hann kom til Føroya, men tá hann doyði, var hann ríkasti maður í Føroyum. Minnið um hansara grískni livir enn í søgn og søgu, og sjáldan var tað við heiðurligari atferð, at hann ognaðist jarðargóðsið. Søgnin sigur at Harra Klæmint átti ikki minni enn 23 børn. Men í skiftinum eftir Harra Klæmint stendur at hann "bert" átti 15 børn.

Børn

Keldur

  • Eyðun Andreassen: Úr søgn og søgu, Føroya Skúlabókagrunnur 1986, s. 167.
  • N. Andersen: Færøerne 1600 - 1709, (1895) Helge Justinussens Bókahandil, 1964, s. 372f & 443, 444)
  • Anetavle
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.