Hardy Krüger
Franz Eberhard August Krüger, betur kendur sum Hardy Krüger, var týskur sjónleikari úr Berlin.[1]
Hardy Krüger | |
---|---|
![]() | |
Land: | ![]() |
Føddur: | 12. apríl 1928 í Wedding, Berlin |
![]() | |
Deyður: | 19. januar 2022 í Palm Springs |
![]() | |
Aldur: | 93 |
Heimasíða: | www.hardy-kruger.de |
Yrkisleiðin sum sjónleikari byrjaði longu í 1950-árunum, men serliga kendur gjørdist hann í 1960- og 1970-árunum. Hann spældi við í Hollywood filmum sum "Hatari" (1962) og "Flight of the Phoenix" (1965). Eisini hevur hann spælt við í kendum bretskum filmum, t.d. "Barry Lyndon" (1975), "A Bridge Too Far" (1977) og "The Wild Geese" (1978).[2]
Keldutilfar
- Hardy Krüger, imdb.com (á enskum)
- "Hardy Kruger, German-Born Hollywood Star, Is Dead at 93", nytimes.com, 20. jan. 2022 (á enskum)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.