Hans Jákupsson Debes

Hans Jákupsson Debes (1723-1769) var løgmaður í Føroyum 1752-1769.

Hann var bóndasonur, ættaður av Oyri, borin í heim í 1723. Hann las í ungdómsárum við lærda háskúlan í Keypmannahavn og gjørdist løgmaður Føroya í 1752. Hann var giftur við dóttir Sámal Pætursson Lamhauge, undanfarna løgmanni. Hann var fyrst varaløgmaður, og gjørdist løgmaður tá verfaðirin doyði.

Eftir hann eru tvey rit um føroysk viðurskifti: "Beskrivelse over Agerdyrkningen paa Færøerne" (1763) og "Kort underretning om Indbyggernes Handelsmaade paa Færøe" (1766). Aftast í hesi bók finna vit eina lítla yrking, "En enkemands Nattetanker ved sin Hustrues Grav", yrkt, tá kona hansara var deyð í barsilssong.

Keldur

  • Løgtingið 150 – Hátíðarrit. Tórshavn 2002, Bind 2, s. 366. (brotið Føroya løgmenn fram til 1816) (PDF-Download Archived 2012-07-17 at the Wayback Machine)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.