Hans Andrias Jacobsen
Hans Andrias Jacobsen er ein føroyskur sangari og tónleikari úr Klaksvík. Í desember 2012 vann hann heiðursløn sum Ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards hjá Miðlahúsinum. Hann syngur fólka og blues tónleik. Hans Andrias er ein av limunum í Grandma's Basement, sum eisini hevur vunnið eina Planet heiðursløn á Planet Awards 2010, teir vunnu í bólkinum Ársins sangur, við sanginum "Hon fær ongantíð nokk". Hans Andrias framførdi á Summarfestivalinum í 2012[1] og í 2013.[2]
Heiður
- 2012 - Ársins nýggja tónleikanavn á Planet Awards 2012
- 2017 - Vann FMA virðisløn í bólkinum - Áhoyraravirðislønin[3]
Keldur
- Summarfestival.fo Archived 2013-03-15 at the Wayback Machine 2012
- Summarfestivalur.fo Archived 2013-03-16 at the Wayback Machine Stjørnuskot á Summar Festivalin
- Egholm, Sverri (11. mars 2017). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA 2017". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fma+2017.html. Heintað 12. marts 2017.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.