Hannover

Hannover (enskt: Hanover) er ein býur í norðara parti í Týsklandi. Býurin er høvuðsstaður í stakríkinum Niedersachsen og liggur uml. 150 km sunnan fyri Hamburg.

Hannover. Ráðhúsið í miðbýnum.
Miðbýurin úr erva.

Við ársbyrjan 2018 búðu um 535.061 fólk í býnum.[1] Harvið er Hannover størsti býur í stakríkinum og 13. størsti í Týsklandi.

Hannover er universitetsbýur. Lærdi háskúlin varð settur á stovn í 1831. Síðan 2006 er Universität Hannover uppkallað eftir heimsgitna vísindamanninum og fjølfrøðinginum Gottfried Wilhelm Leibniz, sum livdi frá 1676 til 1716 í býnum.

Áin Leine rennur ígjøgnum býin.

Søga

Fyrstu ferð Hannover verður nevndur í skrivligum keldum, er í miðøld. Býurin verður nevndur sum Vicus Hanovere í einum skjali frá árinum 1150. Búsetingin fekk býarrættindi í 1241. Í 1692 gjørdist Hannover 9. kurfúrstadømið í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1814 til 1866 var Hannover høvuðsstaður í kongsríkinum Hannover. Í 1866, undir krignum millum Eysturríki og Proysen, hevði kongsríkið Hannover verið í parti við eysturríkarunum. Teir taptu móti Proyseni, og tí varð kongadømið Hannover tikið av eftir krígslok. Tað gjørdist ein landslutur í Proyseni, men býurin Hannover var framhaldandi høvuðsstaður í tí nýggja landslutinum. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.

Myndir

Hygg eisini at

Ávísingar úteftir

Keldur

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.