Han-ríkið

Han-ríkið (Kinesiskt: 漢朝; pinyin: Hàn cháo) var tað annað keisararíki í Kina, avloysti Qin-ríkið (221–207 á.Kr.) og síðani kom tíðarskeiði Trý Kongsríki (220–280 E.Kr.). Han-tíðin fevnir um fýra øldir og verður mett at vera eitt gylt tíðarskeið í søgu Kina.[4] Til í dag rópar stórsti fólkabólkurin í Kina seg fyri Han-fólkið, hesin etniski bólkurin er tann allarstørsti í Kina. Tey nevna eisini kinesiskir bókstavir fyri Han-bókstavir.[5] Han-ríkið varð stovnað av uppreistrarleiðaranum Liu Bang, ið eftir deyða sín er kendur sum Keisari Gaozu av Han, og varð avbrotið av Xin-ríkinum (9–23 AD) av fyrrverandi regentinum Wang Mang. Hetta stjórnarloysið býtir Han-ríkið sundur í tvey tíðarskeið: Vestara Han ella Fyrrverandi Han (206 á.Kr. – 9 e.Kr.) og Eystara Han ella Seinna Han (25–220 e.Kr.).

Han-ríkið
漢朝
Ríki

206 á.Kr.–220 e.Kr.
 

Location of Han
Kort yvir Vestur-Han-ríkið í 2 á.Kr.: 1) økið víst í myrkabláum umboðar fúrstadømini og mið-stýrdu kommandørdømini í Han-ríkinum; 2) tey ljósabláu økini vísa útbreiðsluna av Tarim Basin protektoratið hjá Xiyu.[1]
Høvuðsstaður Chang'an
(206 á.Kr. – 9 e.Kr., 190–195 e.Kr.)

Luoyang
(25–190 e.Kr., 196 e.Kr.)

Xuchang
(196–220 e.Kr.)
Mál Fornkinesiskt
Trúgv Taoisma, Konfusianisma, kinesiskt fólkatrúgv
Stjórn Kongsveldi
Keisari
 -  202–195 Á.Kr. Gaozu
 - 25–57 E.Kr. Guangwu
Kanslari
 - 206–193 á.Kr. Xiao He
 - 193–190 á.Kr. Cao Can
 - 189–192 e.Kr. Dong Zhuo
 - 208–220 e.Kr. Cao Cao
 - 220 e.Kr. Cao Pi
Søga
 - Stovnan 206 á.Kr.
 - Slagið um Gaixia; Han-stýri í Kina byrjar 202 BC
 - Kvett móti Han stýrinum 9–23
 - Avsøgn til Cao Wei 220 e.Kr.
Vídd
 - 50 á.Kr. uml.[2] 6.000.000 km² (2.316.613 sq mi)
Fólkatal
 -  2 e.Kr.[3] est. 57,671,400 
Gjaldoyra Ban liang myntir og wu zhu myntir
Í dag partur av  Norðurkorea
 Suðurkorea
 Kina
 Vjetnam
 Mongolia
Han-ríkið
Siðbundið kinesiskt 漢朝
Einfalt kinesiskt 汉朝

Keisarin var ovast í Han samfelagnum. Hann stjórnaði stjórnini, men deildi valdið við aðalin teir útnevndu ráðharrarnar, ið fyri tað mesta komu frá teimum lærdu úr lágaðalstættini. Han-ríkið var býtt sundur í øki, ið vóru beinleiðis stýrd av mið-stjórnini. Tey nýttu harvið eina nýhugsan, ið varð arvað frá Qin og kend sum Kommandarí, og eitt ávíst tal av lutvíst sjálvstýrandi kongsríki. Hesi kongsríki mistu við tíðini alt sjálvræði, serliga eftir Uppreisturin av teimum Sjey Statunum. Frá stýrinum hjá keisara Wu og frameftir, stuðlaði kinesiski rætturin alment Konfusionismuni innan útbúgving og í rættarpolitikki, sameint við kosmologi hjá teimum seinnu vísindafólkunum sum t.d. Dong Zhongshu. Hesin politikkur vardi við líka til Qing-ríkið fall í 1911 e.Kr.

Han-ríkið var ein øld við fíggjarligari framgongd, og har var ein týðandi vøkstur í peningabúskapinum, ið byrjaði undir Zhou ríkinum (uml. 1050–256 á.Kr.). Myntirnar, ið vóru útgivnar av miðfyrisitingini í 119 á.Kr., vóru verandi standard myntir í Kina fram til Tang ríkið (618–907 e.Kr.). Fyri at fíggja herferðir og byggingina av nýliga vunnum økjum, ognartók stjórnin tann privata salt og jarn ídanaðin í 117 á.Kr., men hesar ognartøkur vóru avtiknar undir Eystara Han tíðarskeiðnum.

Keisarar í Han-ríkinum

Qin Shi Huangdi, fyrsti keisari av Qin, var tann fyrsti kinesiski regenturin ið tók tittulin huangdi ella "keisari". Tann at byrja við so framburðarríki av teimum ið bardust um valdið eftir at Qin fall, Xiang Yu, hevði sjálvur tikið sær tittulin bawang, "yvirkongur", men Liu Bang og allir stjórnarleiðarar eftir hann, brúktu tittulin keisari.

Gaozu
Zhaodi
Guangwu

Listin niðanfyri vísir stjórnarárini og teir keisrar ið stýrdu, við heiðursnøvnum ið teir eru kendir við eftir deyða teirra.


NavnTekn Stjórnarár
Gāozŭ (Liu Bang) 206195 f.Kr.
Hùidì 195188 f.Kr.
Lü Taihou 188180 f.Kr.
Liú Gōng 188184 f.Kr.
Liú Hóng 184180 f.Kr.
Wéndì 180157 f.Kr.
Jĭngdì 157141 f.Kr.
Wŭdì 14187 f.Kr.
Zhāodì 8774 f.Kr.
Chāngyí Wáng Hè 74 f.Kr.
Xūandì 7449 f.Kr.
Yúandì 4933 f.Kr.
Chéngdì 337 f.Kr.
Āidì 71 f.Kr.
Píngdì 1 f.Kr.6 e.Kr.
Rúziyīng 69
interregnum 923
Gèngshĭdì 2325
Gūangwŭdì 2557
Míngdì 5775
Zhāngdì 7588
Hédì 88106
Shāngdì 106
Āndì 106125
Bĕixīang Hóu 125
Shùndì 125144
Chōngdì 144145
Zhídì 145146
Húandì 146168
Língdì 168189
Hóngnóng Wáng 189
Xìandì 189220

Keldur

  1. "MAPPING HISTORY WORLD HISTORY", Dr. Ian Barnes.ISBN 978-1-84573-323-0
  2. Turchin, Peter; Adams, Jonathan M.; Hall, Thomas D (December 2006). "East-West Orientation of Historical Empires". Journal of world-systems research 12 (2): 219–229. ISSN 1076-156X. Archived from the original on 22 February 2007. Retrieved 12 August 2010.
  3. Nishijima (1986), 595–596.
  4. Zhou (2003), 34.
  5. Schaefer (2008), 279.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.