Hósvík
Hósvík er ein bygd á eystursíðuni á Streymoy. Bygdin var til 2004 sjálvstøðug kommuna, men við kommunuvalið 2003 gjørdist Hósvík partur av nýggju stórkommununi í sundalagnum, Sunda Kommuna. Navnið Hósvík kemur av norrøna navninum Tórsvík (Þórsvík). Ein kirkja er í Hósvík, hon varð vígd 15. desember 1929.[2]
Hósvík | |
Thorsvig (danskt) | |
Bygd | |
![]() Hósvík | |
Land | ![]() |
---|---|
Sýsla | Streymoya sýsla |
Oyggj | Streymoy |
Kommuna | Sunda kommuna |
Íbúgvar | 340 (2021)[1] |
Postnummur | FO-420 |
Markatal | 19-00-00 |
![]() |
.jpg.webp)
Hósvík
.JPG.webp)
Hósvík

Kirkja

Falkur á Ólavsøku 2010.
Hósvík var nýggjársbygd. Hagar komu fólk fyrr úr grannabygdunum at vitja og dansa á nýggjárinum.
Vinnulív
- P/F Thor, ið er Føroya størsta reiðarí, hevur heimstað í Hósvík.
Ítróttur
Hósvík hevur eitt róðrarfelag, sum eitur Hósvíkar Róðrarfelag. Bátarnir eru myrkabláir við svartari rond. Felagið eigur tvey 5-mannafør: Falkur og Heykur og eitt seksmannafar: Hósvíkingur. Hósvíkingur hevur vunnið FM tríggjar ferðir: 1985, 1986 og 1987 og Heykur einaferð: 2020[3]
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.