Gotland

Gotland (fyrr á donskum og á norskum: Gulland) er ein oyggj og ein svenskur landslutur í Eystursjónum, ið liggur umleið 90 km frá strondini á svenska meginlandinum. Oyggin er tann størsta í Svøríki. Landsluturin fevnir eisini um oynna Fårö, Karlsöarna, Gotska Sandön og fleiri aðrar minni oyggjar og hólmar. Landsluturin er eisini eitt len (sókn) ið nevnist Gotlands län og er ein sjálvstøðug kommuna (Gotlands kommuna) og serstakt bispadømi (Visby stift) í svensku fólkakirkjuni. Oyggin hevur 2994 km², lenið hevur 3151,4 km² land og 3183,7 km² við vøtnum.[2] Landsluturin hevur 42000 skrásett fornminni. Hægsta stað á oynni er Lojsta hed, ið er røkkur 82 metrar yvir havið. Svenska prinsessan Leonore er hertuginna av Gotlandi.

Gotland
Landafrøði
Vídd3183,7 km²

Umsiting
Land Svøríki
Íbúgvalæra
Fólkatal58003[1]
Íbúgvatættleiki18,25 /km²

Keldur

  1. http://www.scb.se/hitta-statistik/statistik-efter-amne/befolkning/befolkningens-sammansattning/befolkningsstatistik/pong/tabell-och-diagram/helarsstatistik--forsamling-landskap-och-stad/folkmangd-i-landskapen-den-31-december-2016/
  2. Statistisk årsbok för Sverige 2009
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.