Global Chemical Tankers
Global Chemical Tankers var navnið á føroyskum reiðarí, ið bygdi kemikaliutangaskip fyrst í áttatiárunum. Felagið átti í hvussu er tvey skip, møguliga fleiri:
- Cape Island, latin eigarunum 22. desember 1982.
- Crest Island, latin eigarunum 22. mars 1983.
Felagnum var ikki langt lív lagað. Ov bjartskygdar fíggarmetingar saman við víkjandi marknaði førdu til, at felagið skjótt fór á húsagang og hópur av íleggjarum misti pening.
Verkætlanin Global Chemical Tankers var bert ein av umfatandi skipaíløgunum í áttatiárunum, sum vóru partur av bakgrundini fyri føroysku búskaparkreppuni í nítiárunum.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.