Glenda Jackson

Glenda Jackson (fødd 9. mai 1936 í Birkenhead í Cheshire, deyð 15. juni 2023 í Blackheath) var bretsk sjónleikarinna og politikari. Hon móttók tvær Oscar-virðislønir.[1][2]

Glenda Jackson í 1971.

Glenda Jackson byrjaði sína yrkisleið sum 21 ára gomul í 1957. Hon spældi nógvir leiklutir, bæði á palli, í filmum og í sjónvarpsrøðum, eitt nú "Sunday Bloody Sunday" frá 1971, og sama árið sum Elizabeth I drotning í filminum "Mary, Queen of Scots", saman við Vanessa Redgrave ið spældi leiklutin sum Mary Stuart .

Hetta árið fekk hon eisini eina Oscar-virðisløn fyri Besta kvinnuliga sjónleikara fyri sín høvuðsleiklut í filminum "Women in Love" frá 1969. Eina aðru ferð varð hon heiðrað við Oscar-virðislønini í 1974 fyri sín høvuðsleiklut í filminum "A Touch of Class".

Sum politikari var hon limur í bretska javnaðarflokkinum (Labour Party). Sum valevni fyri flokkin í Hampstead og Highgate varð hon vald í bretska tingið fyri fyrstu ferð í 1992.[1] Hon varð afturvald í 1997, 2001, 2005 og 2010.[3] Sum politikari hevur hon eisini verið sera atfinningarsom mótvegis innrásinum í Irak og politikki hjá Tony Blair.[4]

Ávísingar úteftir

Keldutilfar

  1. Biography, glenda-jackson.co.uk
  2. Glenda Jackson, imdb.com
  3. Glenda Jackson MP, glenda-jackson.co.uk
  4. Glenda Jackson: ‘I’m an antisocial socialist’, theguardian.com, 26. juli 2020
Hendan greinin um Ongland er ein stubbi. Tú kanst hjálpa Wikipedia við at víðka hana
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.