Gana
Tjóðveldið Gana (enskt: Republic of Ghana) er eitt land í Vesturafrika. Gana gekk áður undir navninum Gullstrondin, men er nú uppkallað eftir hinum gamla ríkinum Gana.
| |||
Tjóðarslagorð: "Freedom and Justice" | |||
Tjóðsangur: "God Bless Our Homeland Ghana" | |||
Alment mál | Enskt | ||
Høvuðsstaður | Accra | ||
Forseti | Nana Akufo-Addo | ||
Varaforseti | Mahamudu Bawumia | ||
Fullveldi | 6. mars 1957 | ||
Vídd - tilsamans - vøtn (%) |
238,537 km² 3.5 % | ||
Íbúgvar - tilsamans 2012 - tættleiki |
25,241,998 107/km² | ||
Gjaldoyra | Cedi (GHS) | ||
Tíðarøki | UTC +0 | ||
Økisnavn á alnetinum | .gh | ||
Telefonkota | +233 | ||
Fleiri enn 50 fólkasløg eru í landinum, hvørt við sínum máli og sínum siðum. Fjølmentast er akanfólkið. Upp í akanfólkið hoyra eisini asantear fyri sunnan, dagombanar fyri norðan og ewenar í Útsynningsgana.
Søga
Hendingarøð
- Um 500: Ganaríkið verður sterkasta veldið í Vesturafrika.
- Um 800: Í Vesturafrika er ríka landið Gana framvegis mætasta ríkið, men eisini aðrar, smærri mentanir, sum til dømis Nigeria blóma.
- 1076: Muslimar gera innrás i landið. Teir gera innrás í 1076 og taka valdið í landinum.
- 1200: Í Vesturafrika var tað áður so máttmikla Gana trokað burtur av nýggja kongsveldinum Mali.
- 1957: Gana er fyrsta frælsa ríki sunnan fyri Sahara.
Kongsríkið Gana
Kongsveldið Gana var ímillum norðaru partarnar á áunum Senegalá og Nigerá í Vesturafrika. Landið fekk ríkidømi sítt úr gullnámunum har í dølunum. Gamla Ganaríkið og seinni Mali, ríkaðu seg upp av at selja gull, sum gravgangur var eftir í Evropa í 16. og 15. øld. Gullið varð flutt út sum gulldust, fyrst til fólk, sum búðu har ið nánd, seinni við ferðamannafylgi um Sahel og latið í býti fyri salt, kopar og bummull. Høvuðsstaður var Kumbi Saleh. Kongarnir búðu á einari borg. Tá ið teir doyðu, vórðu teir heygsettir.
Frælsi
Í 1948 skakaði uppreistur ímóti evropeiska hjálandastýrinum í friðarliga landið Gana. Bretar settu í gildi nýggja stýrisskipan, sum gav afrikanarum avmarkað sjálvstýri. Tjóðfundarfylkingin, ið Kwame Nkrumah (f. 21. september 1909 - d. 27. apríl 1972)) stóð á odda fyri, góðtók at enda lógina og vann valið í 1951. Bara afrikanarar vóru í stjórnini hjá Nkrumah, ið seks ár seinni hevði vunnið landinum fullt frælsi.
Men mangir trupulleikar tóku seg upp, og Nkrumah gjørdist alt einaræðisligari, sum tíðin leið. Herurin gjørdi ríkiskvett og setti hann frá í 1966, og síðan hevur herurin havt valdið, undantikin árini 1969 til 1971, tá ið fólkaræðiligt stýri var í landinum. Høvdingarnir vórðu eftir gamlari siðvenju oddamenn í afrikonsku samfeløgunum, og mangan hava teir enn stóra ávirkan á nýggju sjálvstøðugu londini.
Búskapur
Gana skuldi verið lutfalsliga ríkt land. Tilfeingið er nógv - olja, gull, aluminiumsmálmur, o.s.fr. Har fruktar væl, fólkið er ungt og eitt hitt best skúlaða í Vesturafrika. Men í mong ár hava politisku viðurskiftini verið ótrygg, lítið hevur fingist fyri útsluttu vørurnar, og fíggjarligt óskil og vanstýri hava steðgað búskaparligu menningini í Gana.
Í Gana hava menn fingið nógv gull úr jørðini og fáa tað enn, men meginútflutningsvøran er kakao. Kakao er ovurstór vinna í Gana, og onkuntíð er kakao upp í 80 % av útflutninginum í landinum um árið, men Gana er nú í harðari kapping við grannalandið Fílabeinsstrondina og lond úr Landsynningsasia um altjóða kakaomarknaðin. Gana framleiðir okkurt um triðingurin av øllum kakao í heiminum. Teir fáa eisini nógv jarn og mangan úr jørðini. Mangan er ein málmur, sum teir blanda upp í rájarn, tá ið teir gera tað til stál. Í jørðini eru storar mongdir av reyða leirinum, sum teir kalla bauxit. Bauxit verður m.a. nýtt at framleiða aluminium við.