Stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard I
Fyrsta stjórnin hjá Jóannes Eidesgaard var Føroya landssstýri frá 3. februar 2004 til 4. februar 2008, við Jóannes Eidesgaard frá Javnaðarflokkinum sum løgmanni.[1] Tríggir flokkar fóru í samgongu: Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Valbókstavirnir hjá hesum flokkum eru ávikavist A, B og C, og landsstýrið varð tí umrøtt sum «ABC-samgongan». Í januar 2008 gjørdist tað greitt, at hesir flokkar ikki kundu semjast um at halda fram í samgongu eftir løgtingsvalið, sum var í sama mánaða.
Keldur
- Tinganes.fo Føroya løgmenn og landsstýri síðan 1948
- Heimasíðan hjá løgtinginum (arkiverað)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.