Funksjón

Funksjónir lýsa eintýdda sambandið millum óhefta og hefta variabulin. Sambandið verður ásett á ymiskan hátt, so sum við rokniforskrift, við rás, við talvu og við algoritmu. Funksjón er forskrift, sum til ein og hvønn lut í frummongdini knýtir júst eitt tal, , í virðismongdini. Skipað talpar eru tvey tøl, sum eru skipað í raðfylgju: Skipað talpør verða skrivað í klombrum og við komma millum tølini, til dømis . At talpør eru skipað, merkir, at eitt nú er ikki tað sama sum . Fyrra talið í einum skipaðum talpari verður nevnt fyrri liður. Seinna talið í einum skipaðum talpari verður nevnt seinni liður. Eru eingir 1. liðir eins stórir í einari relatión, nevna vit hana funksjón. Eina mongd av skipaðum talpørum nevna vit eina relatión. Mongdina av 1. liðum í einari funksjón nevna vit frummongd, og mongdina av 2. liðum nevna vit virðismongd. Sambandið millum 1. liðirnar og 2. liðirnar í einari funksjón nevna vit forskrift. Hon verður ofta skrivað , men eisini við øðrum bókstøvum, til dømis ella .

Linjurøtt funksjón, vanlig forskrift: .

Ein linjurøtt funksjón er ein funksjón við forskriftini , har og eru konstantar. verður nevnt halltalið, og er skeringin við uppásina. Í krosskipanum verða linjurættar funksjónir teknaðar sum linjurættar myndir, vanliga kallaðar rættar linjur.

Sí eisini

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.