Fruktir

Fruktir hava verið dyrkaðar í øldir, og nú á døgum verða fleiri mió. tons dyrkað um árið. Summar fruktir nevna vit misvísandi grønmeti, til dømis graskar og grønt pipar. Í báðum hesum fruktunum eru nógv fræ. Vit nevna ofta rabarbur frukt, hóast vit bara nýta leggin. Allar blómuplantur, frá lítla spógvagrasinum til stóra eikitræið, hava einaferð verið lítið fræ. Í frænum er føðsla til nýggju gróðrarplantuna. Fruktin er ílatið, har fræini liggja vard, til tey eru búgvin og kunnu verða spjadd við vindi ella dýrum. Bananir, appelsinir, melónir, tomatir og nøtir eru dømi um fruktir. Sólber, appelsinir og aðrar fruktir eru sunn føði, tí tær hava í sær nøgd av C-vitamin, ið er alneyðug fyri heilsuna. Nøt er ein turr frukt við hørðum fræskali og hevur eittans fræ. Eikifruktin akarn, bókafruktin aldin og heslifruktin heslinøt eru nøtir. Valnøt er av røttum steinfrukt og paranøt fræ. Steinfruktir eru sevjumiklar, ektaðar fruktir eins og ber. Men mótsett berum hava tær ikki mong fræ, men harðan stein, sum fræið liggur í. Kirsuber, blommur og kokusnøtir eru dømi um steinfruktir. Rossaber eru samansettar steinfruktir.

Fruktir.

Tað, vit eta av súreplinum, er sjálvur blómubotnurin. Súrepli er tí óektað frukt. Frægoymslan er inni í holdinum og er full av fræum. Perur og tyrniber eru vaksin á sama hátt. Tey verða nevnd kjarnafruktir. Fruktir verða nevndar eftir tí partinum í blómuni, ið búnast til høvuðspartin í fruktini. Ein ektað frukt búnast av kvennpørtunum, men í einari óektaðari frukt eru aðrir partar í blómuni eisini, til dømis blómubotnurin.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.