Franz Beckenbauer

Franz Anton Beckenbauer (Týsk úttala: [fʁant͡s ˈbɛkənˌbaʊ̯ɐ]; føddur 11. september 1945, deyður 7. januar 2024) var týskur yrkisfótbóltsleikari og venjari.[1]

Franz Beckenbauer

Beckenbauer í 2014.
Persónlig kunning
Fult navnFranz Anton Beckenbauer
Føðingardagur (1945-09-11) 11. september 1945
FøðistaðurMünchen, Týskland
Deyðadagur7. januar 2024(2024-01-07) (aldur 78)
DeyðsstaðurSalzburg, Eysturríki
Hædd181 m (593 ft 10 in)
PlássSvipari
Ungdómsyrkisleið
1951–1959SC 1906 München
1959–1964Bayern München
Yrkisleið, vaksnamannafótbóltur*
ÁrFelagDystir(Mál)
1964–1977Bayern München439(64)
1977–1980New York Cosmos80(17)
1980–1982Hamburger SV28(0)
1983New York Cosmos25(2)
Tilsamans572(83)
Landslið
1964Vesturtýskland Ung3(3)
1965Vesturtýskland B2(0)
1965–1977Vesturtýskland103(14)
Venjari
1984–1990Vesturtýskland
1990–1991Marseille
1993–1994Bayern München
1996Bayern München
* Senior club appearances and goals counted for the domestic league only.
† Dystir (Mál).

Tíðliga í fótbóltsyrkisleiðini fekk hann kelinavnið Der Kaiser ("Keisarin") vegna hansara vakra stíl, yvirræði og leiðaraevni á vøllinum, og eisini av tí at fornavn hansara "Franz" minnir um eysturríkskir keisarar. Hann verður av mongum mettur at vera ein av teimum bestu fótbóltsleikarunum í søguni.[2][3] Ein fjøltáttaður leikari, ið byrjaði sum miðvallaleikari, men bleiv seinni kendur sum ein góður miðverjuleikari. Hann verður ofta sagdur at vera tann ið uppfann leiklutin hjá nútíðar sviparanum ella libero.[4]

Franz Beckenbauer í 1974.

Tvær ferðir varð hann útnevndur Ársins evropeiski fótbóltsleikari. Hann spældi 93 landsdystir fyri Vesturtýskland og spældi í trimum heimsmeistaraskapum. Hann er annar av tveimum monnum, saman við brasilska Mário Zagallo, ið hevur vunnið heimsmeistaraskapin bæði sum leikari og venjari; hann lyfti HM-steypin sum liðskipari í 1974, og endurtók avreksverkið sum venjari í 1990. Hann var tann fyrsti liðskiparin, ið vann bæði HM og EM í fótbólti á altjóða støði og European Cup fyri feløg. Hann varð nevndur í Heimsliðið úr 20. øld (World Team of the 20th Century) í 1998, Dreymaliðið (FIFA World Cup Dream Team) í 2002, og í 2004 kom hann á FIFA 100 listan yvir heimsins bestu fótbóltsleikarar á lívi.[5]

Altjóða mál

Mál og úrslit talva. Málini hjá Týsklandi vísast fyrst:
#DagurVøllurMótstøðuliðMálÚrslitKapping
1.23. mars 1966Rotterdam, Niðurlond Niðurlond3–14–2Vinardystur
2.23. mars 1966Rotterdam, Niðurlond Niðurlond4–24–2Vinardystur
3.4. mai 1966Dublin, Lýðveldið Írland Írland2–04–0Vinardystur
4.12. juli 1966Sheffield, Ongland Sveis3–05–0HM í fótbólti 1966
5.12. juli 1966Sheffield, Ongland Sveis4–05–0HM í fótbólti 1966
6.23. juli 1966Sheffield, Ongland Uruguei2–04–0HM í fótbólti 1966
7.25. juli 1966Liverpool, Ongland Sovjetsamveldið2–02–1HM í fótbólti 1966
8.1. juni 1968Hanover, Týskland Ongland1–01–0Vinardystur
9.14. juni 1970León, Meksiko Ongland1–23–2 (l.l.t.)HM í fótbólti 1970
10.22. november 1970Athen, Grikkaland Grikkaland3–13–1Vinardystur
11.22. juni 1971Oslo, Noreg Noreg3–07–1Vinardystur
12.30. juni 1971Keypmannahavn, Danmark Danmark3–13–1Vinardystur
13.12. mai 1973Hamburg, Týskland Bulgaria1–03–0Vinardystur
14.6. oktober 1976Cardiff, Wales Wales1–02–0Vinardystur


Ávísingar úteftir

Keldur

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.