Frankur
Frankur (franskt: Franc) var fyrrverandi heitið á gjaldoyranum í Frankaríki, Belgia og Luksemburg. Í dag verður evran nýtt sum gjaldoyra í hesum londum. Í Sveis og Liktinstein verður frankur framvegis nýttur – her eisini kallaður sveisarfrankur. 1 frankur í teim franskmæltu londunum svaraði til 100 centimar. Í Sveis svarar ein frankur til 100 Rappen (á týskum), Centimes (á fronskum) ella Centesimi (á italskum).

Fjúrtan lond í fronskum Vestur-Afrika og fronskum Ekvatorialafrika brúka gjaldoyrað CFA-franc, meðan trý landaøki í Kyrrahavinum brúka gjaldoyrað CFP franc.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.