Frankfurt am Main
Frankfurt am Main er stórbýur i Týsklandi. Býurin er fimtstørsti býur í landinum og størsti býur í Hessen.
Frankfurt am Main | |
---|---|
Skjøldur | Kort |
Grunddáta | |
Vídd: | 248,31km² |
Íbúgvar (2018-12-31): | 753.056 |
fyri km²: | |
Borgarstjóri: | Mike Josef |
Postnummur: | D 60001 - 60599 |
Heimasíða: | frankfurt.de |
Kort av býnum | |
Flogvøllurin í Frankfurt am Main í Týsklandi er tann fjórðstørsti í Evropa. Hiðan er millum annað gott samband við flogvøllir í USA og Ásia.
Søga
Fyrstu ferð, Frankfurt verður nevndur í skrivligum keldum, er tað í miðøldini. Býurin verður umrøddur sum Franconofurd í einum skjali frá árinum 794. Í 1220 fekk Frankfurt framíhjárættindi sum frælsur býur í Heilaga rómverska ríkinum. Frá 1810 til 1813 var býurin høvuðsstaður í stórhertugadøminum Frankfurt. Í oktober 1866 verður Frankfurt limaður inn í Prusslandi. Undir Seinna heimsbardaga vórðu stórir partar av býnum oyðilagdir.
Myndir
- Býurin úr erva.
- Jarnbreytastøðin.
- Ráðhúsið (Römer).
- Standmynd hjá Goethe
- Operahúsið
- Dómkirkjan
- Paulskirkja
- Bankabygningar
- Bankabygningar
- Bygningurin hjá Evropeiska Miðbankanum
Ávísingar úteftir
- Almenna heimasíða, frankfurt.de
- Frankfurt am Main, de.wikivoyage.org (á týskum)
- Frankfurt, en.wikivoyage.org (á enskum)
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.