Fosturtøka
Fosturtøka er steðgur av barnsburðartilgongdini, áðrenn fostrið sjálvbjargið. Fyrisitingarligi munurin á einari fosturtøku og einum deyðføddum barni er at deyðfødd børn vera partur av føðingarhagtølunum, fáa eitt navn, fáa útvega eina deyðaváttan og verða jarða.

Føroyar
Í Føroyum er lógin frá 1959 viðvíkjandi fosturtøku enn í gildi (anordning nr. 228 af 20. juni 1959 om ikrafttræden på Færøerne af lov om foranstaltninger i anledning af svangerskab m.m.") Sambært hesi lóg kann avgerð um fosturtøku verða tikin av einum sjúkrahúsyvirlækna, sum er settur á einum av teimum 3 sjúkrahúsunum í Føroyum, "dersom afbrydelsen er nødvendig for at afværge alvorlig fare for kvindens liv eller helbred og såfremt tilfældet er begrundet i sygdom, og dette er konstateret på et af de i loven omhandlede sygehuse".
Í Føroyum hevur talið á fosturtøkum seinastu árini ligið millum 29 og 59. Ársbýti sæst niðanfyri[2]:
Fosturtøku tøl í Føroyum | |
---|---|
Ár | Tal |
1996 | 48 |
1997 | 38 |
1998 | 59 |
1999 | 47 |
2000 | 49 |
2001 | 42 |
2002 | 49 |
2003 | 37 |
2004 | 44 |
2005 | 29 |
2006 | 41 |
2007 | 46 |
2008 | 37 |
2009 | 51 |
2010 | 33 |
2011 | 33 |
Keldir
- World Abortion Policies 2013
- "Landslæknin - Fosturtøka". http://www.landslaeknin.fo/Statistik/Graviditet_og_foedsler/Aborter.aspx. Heintað 2010-03-29.