Forsetavalið í USA 2016

Forsetavalið í USA 2016 var tað 56. forsetavalið í USA og varð hildið hin 8. november 2016. Vinnarin av valinum gjørdist Donald Trump, meðan Hillary Clinton tapti. Valsigurin hjá Donald Trump á amerikanska forsetavalinum í 2016 man metast sum ein tann mest óvæntaði í nýggjari tíð, eftir at Hillary Clinton bert fáum vikum undan lá til at vinna ein greiðan sigur og til at gerast tann fyrsti kvinnuligi amerikanski forsetin nakrantíð.[6][7] FBI boðaði bert 11 dagar undan valinum frá, at málið um teldupostarnar hjá Hillary Clinton fór at verða latið upp aftur, men so nakrar fáar dagar áðrenn valið komu nýggj boð frá FBI um, at har var ikki meir at kanna, og at málið tí aftur varð niðurlagt. Hóast tapið, kann Hillary Clinton fegnast um, at hon í samanteljingini frá valinum fekk fleiri atkvøður enn Donald Trump, 47,7 prosent móti 47,5, men tað var ikki nóg mikið til at fáa neyðuga talið av umboðum á fundinum, ið endaliga velur forsetan. Millum annað bleiv Hillary Clinton fyrsta Demokratiska forsetavalevni síðani 1984 at tapa í Wisconsin, og fyrsta demokratiska forsetavalevni síðani 1988 at tapa í Michigan og Pennsylvania.[8]

Forsetavalið í USA 2016
USA
2012 
8. november 2016
 2020

Atkvøtt 54,7%[1] Increase 0,7%
 
Kandidat Donald TrumpHillary Clinton
Flokkur Republikanski Flokkurin Demokratiski Flokkurin
Heimstatur New YorkNew York
Samstarvsvalevni Mike PenceTim Kaine
Valmenn 304[2][3][4]227[2][3][4]
Statir vunnir 30 + ME-0220 + DC
Atkvøður 62,984,825[5]65,853,516[5]
Prosent 46.1%48.2%


Sitandi Forseti

Barack Obama
Demokratiski Flokkurin

Valdur forseti

Donald Trump
Republikanski Flokkurin

Republikanararnir hava eisini vunnið meirilutan í Senatinum og í Umboðsmannatinginum.

Úrslit

  Donald Trump.
  Hillary Clinton.
Statur Hillary Clinton
(Demokratiski Flokkurin)
Donald Trump
(Republikanski Flokkurin)
Gary Johnson
(Libertanski Flokkurin)
Jill Stein
(Grøni Flokkurin)
Aðrir flokkar
ProsentValmennProsentValmennProsentProsentProsent
Alabama‎34,662,992,10,4
Alaska‎37,752,935,91,81,7
Arizona‎45,449,5113,91,2
Arkansas‎33,860,462,60,92,3
California‎61,55533,23,21,70,4
Colorado‎47,2944,45,01,31,7
Connecticut‎53,9741,73,01,4
Delaware‎53,4341,93,31,4
District of Columbia92,834,11,61,4
Florida‎47,849,1292,20,70,3
Georgia45,651,3163,1
Hawaii‎62,3430,13,72,91
Idaho‎27,659,244,11,27,9
Illinois‎55,42039,43,81,4
Indiana‎37,957,2114,9
Iowa‎42,251,863,70,71,5
Kansas‎36,257,264,72,0
Kentucky‎32,762,582,80,71,3
Louisiana‎38,458,181,90,70,9
Maine‎47,9345,215,11,9
Maryland‎60,51035,32,91,3
Massachusetts‎60,81133,54,21,5
Michigan‎47,347,63,61,10,4
Minnesota‎46,91045,43,91,32,6
Mississippi‎39,758,361,20,30,5
Missouri‎38,057,1103,50,90,5
Montana‎36,056,535,61,60,3
Nebraska‎34,060,354,71,0
Nevada47,9645,53,33,3
New Hampshire47,647,34,20,90,1
New Jersey55,01441,81,91,00,3
New Mexico48,3540,09,31,21,1
New York58,82937,52,31,4
Norðurcarolina46,750,5152,8
Norðurdakota27,864,136,31,10,6
Ohio‎43,552,1183,20,80,4
Oklahoma‎28,965,375,7
Oregon‎51,7741,14,82,5
Pennsylvania47,648,8202,40,80,4
Rhode Island55,4439,83,21,40,1
Suðurcarolina40,854,992,30,61,5
Suðurdakota31,761,535,61,1
Tennessee‎34,961,1112,80,60,6
Texas43,452,6383,20,8
Utah‎27,846,663,30,721,6
Vermont‎61,1332,63,42,30,5
Vesturvirginia26,568,753,21,10,5
Virginia‎49,91345,03,00,71,4
Washington54,91238,34,51,50,7
Wisconsin‎46,947,9103,61,10,6
Wyoming22,570,135,31,01,1

Keldur

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.