Faroese Music Awards
Faroese Music Awards (stytt FMA, á føroyskum: Føroysku Tónlistavirðislønirnar) vórðu settar á stovn í 2014 fyri at heiðra føroyskum tónleikarum og tónleiki. Tær fyrstu virðislønirnar vórðu handaðar 15. mars 2014 í Norðurlandahúsinum. Tað eru Kringvarp Føroya, Miðlahúsið og Norðurlandahúsið, ið standa fyri tilnevningum og handanum av tónleikavirðislønunum. Rólant Waag Dam varð settur í starv at samskipa tiltakið, ein arbeiðsbólkur varð eisini settur, sum umboðaði Kringvarpið, Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og føroysku tónleikavinnuna. Í hesum arbeiðsbólkinum sótu: Eyðfinn Jensen fyri Kringvarpið, Barbara Holm fyri Miðlahúsið, Fróði Vestergaard fyri Norðurlandahúsið, Sunleif Rasmussen, Ólavur Larsen umboðandi føroyska tónleikaumhvørvið. Talan er um tríggjar bólkar innan føroyskan tónleik, har heiðurslønir verða latnar: Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkurin, Opni bólkurin og Popp bólkurin. Talan er um tríggjar dómsnevndir við fimm dómarum í hvørjum bólki, sum hava gjørt tilnevningarnar.
Dómsnevndirnar eru soleiðis skipaðar, at tað er arbeiðsbólkurin, sum hevur skipað tær. Arbeiðsbólkurin hevur tryggjað sær, at dómsnevndirnar telja bæði kvinnur og menn, eins væl og tey eisini hava lagt seg eftir at hava eina hampiliga geografiska spjaðing, soleiðis at dómsnevndin ikki einans er mannað við fólkum úr høvuðsstaðnum. Felags fyri øll er, at arbeiðsbólkurin metir tey vera kompetent og gegni. Tað eru fimm limir í hvørjari dómsnevnd, tvs. til hvønn av teimum trimum høvuðsbólkunum. Limirnir í dómsnevndunum verða ikki kunngjørdir fyrr enn eftir at virðislønirnar eru handaðar. Orsøkin til at tær verða almannakunngjørdar er fyri at tryggja opinleika. Orsøkin til at tað ikki verður kunngjørt fyrr enn eftir handaninar, er tann at arbeiðsbólkurin ynskir ikki, at tað skal vera kjakast um hví hesin ella handa er við í dómsnevndini, men at kjakið heldur fer at snúgva seg um tónleikin, heldur enn um dómararnar. Avgerðin um hvør ið vinnur heiðurin í teimum ymisku bólkunum eiga ávikavist vanlig fólk, ið kunnu senda sms atkvøður inn og dómsnevndirnar, sms-atkvøðurnar telja 50% og atkvøðurnar hjá dómsnevndunum telur eisini 50%.[1]
FMA 2015 varð nakað broytt í mun til FMA 2014. Nevndin avgjørdi, at hesaferð skuldu vinnararnir ikki finnast við sms-boðum, í staðin skuldi eitt dómarapanel finna fram til vinnararnar. Tó skuldi ein áhoyraraviðisløn latast, áhoyrarar sluppu at avgera við at atkvøða við sms-boðum, hvør ið skuldi vinna heiðurin sum Ársins nýggi bólkur/einstaklingur.[2]
FMA 2023
Hetta var tíggjunda árið á rað, at skipað varð fyri FMA. Tónleikasamband Føroya, sum var sett á stovn 1. mars 2022, var á fyrsta sinni høvuðsfyriskipari av tiltakinum.[3] Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið vóru samstarvsfelagar.[4]
Tilnevningarnar til sjey av teimum 10 tónlistavirðislønunum vórðu avdúkaðar tíðliga í mars.[5][4][6][7] Níggju virðislønir vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 11. mars.[3]
Vinnarar vóru:[8]
- Ársins lag: Síggja av nýggjum – Marius Ziska[9]
- Ársins kompositión: Vælsignaðir barnaskógvar – Kári Jacobsen[10]
- Ársins útgáva/konsert: Akkordeon & Violin – Anna & Angelika[10][11]
- Ársins spíri: rappbólkurin RSP
- Ársins útgáva: Gult myrkur hjá Guðrið Hansdóttir[12][13]
- Tekstur: útgávan Gult myrkur hjá Guðrið Hansdóttir – tekstir eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger[14]
- Visuellur samleiki: Reiley[15]
- Ársins útvarpshitt: Send mær meira pengar - rappbólkurin RSP[15]
- Ársins tónleikaheiður: Jóan Jakku Guttesen[16]
- Útflutningsheiðursløn: Eivør[17]
- Áhoyraravirðisløn: Eingin
FMA 2022
2022 var níggjunda árið á rað at skipað varð fyri FMA. Fleiri einstaklingar og bólkar vóru í uppskoti til 17 ymiskar tónlistavirðislønir.[18] Virðislønirnar vórðu latnar á FMA-tiltakinum í Norðurlandahúsinum á grækarismessu, 12. mars 2022.[19][18]
Samlað yvirlit yvir allar 17 FMA-heiðurslønirnar, sum vóru handaðar:[20]
Poppur og rokkur
- Ársins útgáva: "Cazador de Ostras" - Teitur
- Ársins sangur: "Hey Amanda" - Brimheim
- Ársins kvinnuligi sangari: Brimheim
- Ársins mannligi sangari: Teitur
- Ársins bólkur: Brimheim
Opin flokkur
- Ársins útgáva ella konsert: "Fonetika" - BA Tónlist
- Ársins kompositión: "Mourner’s Adagio" - Óli Jógvansson
- Ársins sangari ella einleikari: Ernst Remmel
- Ársins bólkur ella kór: EKA
Aðrar heiðurslønir
- Ársins nýggja navn: Horrse
- Ársins framleiðari: Jens L. Thomsen
- Ársins videolag: "Alt annað enn vanligt" - Maria Tórgarð
- Ársins húsi: "Gonguteigatúnatos" - Kirstin Helgadóttir
- Ársins tekstur: "Sóleyan" - Elin Brimheim Heinesen (sum Jens Pauli Heinesen yrkti)
- Áhoyraravirðislønin: Ester Skála
- Útflutningsvirðislønin: Mahogni Music Publishing
- Fjøllistamaðurin Martin Joensen fekk Ársins tónleikaheiður.[21]
FMA 2021
Faroese Music Awards 2021 varð hildið í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 6. mars. Tiltakið mátti sendast uttan áskoðarar.[22][23]
FMA 2020
Faroese Music Awards 2020 varð hildið í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 8. mars. Tiltakið mátti sendast uttan áskoðarar.[24][25][26]
FMA 2019
FMA-virðislønirnar vórðu handaðar á einum tiltaki í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 9. mars.[27][28][29]
FMA 2018
Faroese Music Awards 2018 varð hildið í Norðurlandahúsinum á stórum tónleikatiltaki fyri fimtu ferð leygarkvøldið 10. mars 2018. Vertir vóru Barbara Holm og Rólant Waag Dam. Tiltakið varð sent beinleiðis í sjónvarpinum hjá Kringvarpi Føroya.[30]
Hesir sangarar/orkestur framførdu:
Mattias Kapnas, Eyðun Nolsøe, Lea Kampmann, Alda Magna, Son of Fortune, Tarira, Ólavur á Váli, Asyllex, FRUM og MOMO.
Vinnarar í POPP/ROKK bólkinum
- Ársins sangari: Bjarki Hansen
- Ársins songkvinna: Kristina Bærendsen
- Ársins útgáva: Lán mær eitt oyra - Swangah
- Ársins sangur: Frosthvarv - Hamferð
- Ársins bólkur/einstaklingur: Lea Kampmann
- Ársins nýggja navn: Silvurdrongur
- Ársins videolag: Heiðrik – Monster
Vinnarar í Opna bólkinum
- Ársins sangari/einleikari: Mattias Kapnas
- Ársins bólkur/kór: Alda Magna
- Ársins útgáva/konsert: Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar - Ingálvur av Reyni
- Ársins kompositión: Autumn - Sunleif Rasmussen
Aðrar virðislønir
Tilnevningar í 2018
Seint í februar og tíðliga í mars mánaði kunngjørdi Kringvarp Føroya hvørji nøvn eru tilnevnd í teimum ymsu bólkunum:[33][34]
Ársins sangari
- Eyðun Nolsøe
- Bjarki Hansen
- Ragnar Finsson
- Janus Wiberg Mortensen
- Jón Aldará
Ársins songkvinna
- Jóhanna Norðberg Niclasen
- Kristina Bærendsen
- Elinborg Pálsdóttir
- Lea Kampmann
- Jenný Kragesteen
Ársins útgáva
- Dagur legst at degi - Eyðun Nolsøe
- Son of Fortune - Son of Fortune
- Lán mær eitt oyra - Swangah
- Common Blue - Lea Kampmann
- Momo - Momo
Ársins sangur
- Tað er løtan - Eyðun Nolsøe
- Trong troyggja - Altverkið
- Crazy foggy - Kristina Bærendsen
- Mítt vakra Føroya land - Janus Wiberg Mortensen
- Frosthvarv - Hamferð
Ársins sangari/einleikari
- Kim Kristensen
- Mattias Kapnas
- Teitur Lassen
Ársin bólkur/kór
- Alda Magna
- Dansifelagið í Havn
- Tórshavnar Big Band
Ársins útgáva/konsert
- Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar - Ingálvur av Reyni
- Kapnas spælir Blak - Mattias Kapnas
- Minnist tú enn - Tórshavnar Big Band
Ársins kompositión
- Autumn - Sunleif Rasmussen
- Cold Winters Day - Fred Ruddick
- Vatn og grót - Kristian Blak
Ársins nýggja navn
- Lea Kampmann
- Dávur Birgisson
- Silvurdrongur
- Asyllex
- Son of Fortune
- Bjarki Hansen
Ársins videolag
- FRUM – Let it, leikstjóri Beinta á Torkilsheyggi
- Heiðrik – Monster, leikstjóri Heiðrik á Heygum
- Hamferð – Frosthvarv, leikstjóri Franklin Henriksen
- FRUM – No shapes, leikstjórar Sára Wang og Maria Winther Olsen
- Amokk – Sorry 4 Yourself, leikstjóri Jesper Isaksen
FMA 2017
Føroysku tónlistavirðislønirnar vórðu handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 11. mars.[35]
Vinnarar 2017
17 FMA virðislønir vórðu handaðar. Her eru vinnararnir:[35]
Opin bólkur
- Ársins sangari/einleikari: Eivør Pálsdóttir
- Ársins bólkur/kór: Orka
- Ársins útgáva/konsert: At the Heart of a Selkie – Eivør Pálsdóttir/Peter Jensen & DR Big Band
- Ársins kompositión: Symphony No. 2: The Earth Anew – Sunleif Rasmussen
Popp/rokk
- Ársins songkvinna: Lena Anderssen
- Ársins sangari: Heiðrik á Heygum
- Ársins útgáva: Eagle in the Sky – Lena Anderssen
- Ársins sangur: Alright – Danny & The Veetos
- Ársins bólkur/einstaklingur: Danny & The Veetos
Aðrir vinnarar, sum eru tvørtur um sjangrur
- Ársins nýggja navn: Konni Kass
- Ársins framleiðari: Niclas Johannesen fyri Eagle in the Sky hjá Lenu Anderssen
- Ársins videolag: Einaferð var tað eg hjá GUT Productions (leikstjóri: Búi Dam)
Aðrar virðislønir
- Ársins tekstur: Marjun Syderbø Kjelnæs
- Ársins húsi: Eagle in the Sky við Lenu Andersen (Ann-Mari Egholm hevur gjørt húsan)
- Áhoyraravirðislønin: Hans Andrias
- Ársins átak: Spælistaðið Listastovan í Vágum
- Ársins tónleikaheiður: Brandur Øssurson
Tilnevningar í 2017
Tíðliga í mars mánaði kunngjørdi Kringvarp Føroya hvørji nøvn vóru tilnevnd í teimum ymisku flokkunum:[36][37]
Ársins sangari/einleikari
- Arnold Ludvig
- Eivør Pálsdóttir
- Heðin Ziska Davidsen
- Kristian Blak
- Teitur Lassen
Ársins bólkur/kór
- Arnold Ludvig Sextet
- KATA
- Ma'másita
- Orka
- Tjant
Ársins útgáva/konsert
- At the Heart of a Selkie – Eivør/Peter Jensen & DR Big Band
- Confessions – Nico Muhly & Teitur
- Røtur og trø – Tjant
- Symphony No. 2: The Earth Anew – Sunleif Rasmussen
- Vað – Orka
Ársins kompositión
- Autumn's here – Óli Jógvansson
- At the Heart of a Selkie – Eivør/Peter Jensen & DR Big Band
- Confessions – Nico Muhly & Teitur
- Nordika – Sunleif Rasmussen
- Symphony No. 2: The Earth Anew – Sunleif Rasmussen
Ársins songkvinna
- Guðrið Hansdóttir
- Jenny Augustudóttir Kragesteen
- Jóhanna Norðberg Niclasen
- Konni Kass
- Lena Anderssen
Ársins sangari
- Danny Baldursson
- Fróði Hansen
- Hans Andrias Jacobsen
- Heiðrik á Heygum
- Sakaris Emil Joensen
Ársins útgáva
- Eagle in the Sky – Lena Anderssen
- Funeral – Heiðrik
- Haphe – Konni Kass
- Hint of Melancholy – Danny & The Veetos
- Ultramarine – Fróði
Ársins sangur
- Alright – Danny & The Veetos
- Change of Frame – Heiðrik
- Eagle in the Sky – Lena Anderssen
- Pegasus – Guðrið Hansdóttir
- Surrender – Konni Kass
Ársins bólkur/einstaklingur
- Danny & The Veetos
- Fróði
- Heiðrik
- Konni Kass
- Lena Anderssen
Ársins nýggja navn
- Benjamin Rajani
- FRUM
- GUT Productions
- KATA
- Konni Kass
- Tóra Vestergaard
Ársins framleiðarar
- Benjamin Petersen fyri Haphe hjá Konni Kass
- Janus Rasmussen fyri Funeral hjá Heiðrik
- Jens L. Thomsen fyri Vað hjá Orka
- Niklas Johannesen fyri Eagle in the Sky hjá Lenu Anderssen
- Mikael Blak/Fred Ruddick og 200 fyri Reytt pass hjá 200
Ársins videolag
- Change of frame hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
- Einaferð var tað eg hjá GUT Productions (leikstjóri: Búi Dam)
- Heart into Trouble hjá Dan Olsen (leikstjóri: Simon Wells)
- Í tokuni hjá Eivør (leikstjóri: Heiðrik á Heygum)
- Red hair hjá Heiðriki (leikstjóri: Heiðrik av Heygum)
Aðrar virðislønir uttan tilnevningar
- Ársins tekstur
- Ársins húsi
- Áhoyraravirðislønin
- Ársins átak
- Ársins tónleikaheiður
FMA 2016
Vinnarar 2016
- Ársins framleiðari: Tróndur Bogason
- Ársins nýggja navn: Punjab
- Ársins videolag: Hamferð - Deyðir varðar
Vinnarar í Folk, Country og Blues
- Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari: Annika Hoydal
- Ársins bólkur/einstaklingur: Punjab
- Ársins útgáva: Endurljós – Annika Hoydal
- Ársins sangur: Lívið er ein lítil løta – Hallur Joensen
Vinnarar í Popp/Rokk
- Ársins sangari: Marius Ziska
- Ársins songkvinna: Eivør Pálsdóttir
- Ársins útgáva: Slør – Eivør Pálsdóttir
- Ársins sangur: Silvitni – Eivør Pálsdóttir
- Ársins bólkur/einstaklingur: Eivør Pálsdóttir
Vinnarar í opnum flokki
- Ársins sangari/einleikari: Jensina Olsen
- Ársins bólkur/kór: Tórshavnar Kamarkór
- Ársins útgáva ella konsert: Danish & Faroese Recorder Conchertos – Michala Petri & Aalborg Symphony
- Ársins kompositión: Territorial Songs hjá Sunleif Rasmussen framført av Michala Petri & Aalborg Symphony Orchestra
Aðrar virðislønir
- Ársins live bólkur/einstaklingur: Elinborg Pálsdóttir
- Ársins átak: Loftbrúgvin
- Ársins tónleikaheiður: Annika Hoydal
- Ársins húsi: Eivør
- Ársins tekstur: Gunnar Hoydal - Maðurin sum gekk móti ljósinum
Tilnevningar í 2016
Ársins framleiðari
Ársins nýggja navn
- Alvi Joensen
- Elinborg Pálsdóttir
- Hamradun
- Hulda
- Jógvan Joensen
- Kátir Kallar
- Mahanna
- Punjab
- Ragnar Finsson
Ársins videolag
- Hamferð - Deyðir varðar
- Byrta - Aftur og aftur
- Byrta - Andvekur
- Brynjolfur - Chain glass
- Ranchus – Clog
Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari
- Annika Hoydal
- Árni Johannesen
- Hallur Joensen
- Hanus G. Johansen
- Sofus Hansen
Ársins bólkur/einstaklingur
Ársins útgáva
- Endurljós – Annika Hoydal
- Heitur kossur – Hanus G. & Cantabile
- If the Ocean was Wine – Froðbiar Sóknar Blues Orkestur
- Lívið er ein lítil løta – Hallur Joensen
- The Flying Elephant – Punjab
Ársins sangur
- Hairy Woman – Punjab
- Saknur - Hanus G. & Cantabile
- Kári Kálvalíð – Hallur Joensen
- Lívið er ein lítil løta – Hallur Joensen
- Run to You – Punjab
Ársins sangari
- Benjamin Petersen
- Jógvan Joensen
- Lyon
- Marius Ziska
- Pól Arni Holm
Ársins songkvinna
Ársins útgáva
Ársins sangur
- Eagle in the Sky – Lena Andersen
- Going home – Marius
- Headed for the Sun – Ragnar Finsson
- Silvitni – Eivør
- Sunnukvøld í Mai - Danny & The Veetos
Ársins bólkur/einstaklingur
- Eivør Pálsdóttir
- Hamradun
- Marius
- Lyon
- Steso
Ársins sangari/einleikari
- Jensina Olsen
- Michala Petri
- Ólavur Jakobsen
Ársins bólkur/kór
- Alda Magna
- Føroya Symfoniorkestur
- Tórshavnar Kamarkór
Ársins útgáva ella konsert
- Danish & Faroese Recorder Conchertos – Michala Petri & Aalborg Symphony Orchestra
- Kvøldtankar – Tórshavnar Kamarkór
- Kvonn – Einglarót
Ársins kompositión
- Forever Gone hjá Óla Jógvansson framført av Óla Jógvansson í Nýggjárskonsertini 2015
- Territorial Songs hjá Sunleif Rasmussen framført av Michala Petri & Aalborg Symphony Orchestra
- Voyage hjá Óla Jógvansson framført av Gunnar G. Guttesen og Brandenburgische Staatsorchester
FMA 2015
FMA 2015 varð hildið í Norðurlandahúsinum hin 14. mars 2015.
Tey ið framførdu
- Greta Svabo Bech
- Yggdrasil
- Xperiment
- Vágaverk
- Týr
- Tollarar Og Syndarar
- Systrar
- Signar í Homrum
- Sakaris
- Quarter To Three
- Sofus Hansen (Hallelujah Sofus)
- Dánjal á Neystabø
- AVE
- Alvi Joensen
POPP/ROKK-BÓLKURIN
- Ársins sangari: Benjamin Petersen. Hann er onnur helvtin av bólkinum AVE. Í 2014/15 verið partur av Konfekt, sum hevur spælt í Gekkinum. Hann gav eina fløgu út undir navninum Benjamin í 2008 og eina undir navninum Ghost í 2011.[38]
- Ársins songkvinna: Greta Svabo Bech. Er einasti føroyingur, ið hevur verið tilnevnd eina Grammyvirðisløn.
- Ársins sangur: Myrkablátt (Einsamallast í Føroyum), Greta Svabo Bech syngur og hevur gjørt lagið. Elin á Rógvi hevur skrivað tekstin. Sangurin var partur av útvarps-jólakalendaranum Nivinaja.
- Ársins útgáva: Call for a Revolution við HOGNI (Høgni Lisberg), tað er hansara 7. útgáva. Hann hevur áður spælt við Clickhaze.
- Ársins bólkur ella einstaklingur: AVE
Opin bólkur
- Ársins sangari ella einleikari: Dávur Juul Magnussen. Hann gav út fløguna Cesurae í 2014. Útgávukonsertin var í Klæmintsgjógv í Hesti.
- Ársins bólkur ella kór: Yggdrasil[39]
- Ársins kompositión: Nordisk messe eftir Sunleif Rasmussen, hann hevur skrivað messuna fyri blandað kór og symfoniorkestur.
- Ársins útgáva ella konsert: Høvdingar hittast, fløga eftir bretska tónasmiðurin Gavin Bryars, útgivin í 2014. framført í Norðurlandahúsinum í 2011, tað vóru Eivør Pálsdóttir og Rúni Brattaberg, ið vóru solistarnir, sum framførdu saman við Aldubáruni og Eystanljóði.
FOLK, COUNTRY OG BLUES bólkurin
- Ársins kvinnuligi ella mannligi sangari: Kristina Bærendsen
- Ársins útgáva: Drekkivatn hjá Vágaverk (Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall)
- Ársins sangur: There is room at the table við Blátt Gras, av útgávuni Ávegis, ið er tikin upp í Nashville.
- Ársins bólkur ella einstaklingur: Kristina Bærendsen. Hon gav út fløguna Nothing’s here to Stay í des. 2014 og Kristina í 2012.
Ársins tekstur
- Øskuhav, sum Petur Pólson hevur skrivað, AVE útgav í 2014. Petur Pólson takkaði á einum myndbrotið og segði: "Teksturin er um dóttir mína Døgg og um at finna vón í øsku."
Ársins nýggi bólkur
- AVE (Petur Pólson og Benjamin Petersen)
Ársins framleiðari
- Janus Rasmussen. Hann hevur m.a. framleitt fløgurnar hjá Høgna Reistrup Áðrenn vit hvørva (2013) og Samrøður við framtíðina (2011). Hann hevur eisini framleitt útgávuna hjá Byrta.
Ársins live bólkur ella einstaklingur
- Kórið Xperiment, við Sigrið Sivertsen. Kórið gav í 2015 út fløguna Xperiment, við sangum sum Lívsmynd, Í gøtu ein dag og Farvæl, Maria.
Ársins sjónbandalag
- Rain við Eivør. Heiðrik á Heygum hevur leikstjórnað.
Ársins húsi
Ársins tónleikaheiður
- Ólavur Hátun. Hevur í slaka hálva øld verið slóðbrótari innan føroyskan kórsang og hevur stjórnað fleiri kórum, hevur í mong ár verið týðandi partur av ólavsøkuni. Hansara størsta verk er tó Føroya Musikkskúli.
Ársins átak
- Reinsaríið, spælistað í Tórsgøtu í Havn. Síðani Reinsaríið læt upp fyri góðum ári síðani, hevur leiðarin, Bogi Andreasen, megnað at skipa fyri regluligum konsertum við bæði føroyskum og útlendskum nøvnum, bæði kendum og minni kendum.
Tilnevningar í 2015
Ársins útgáva
- Ave – Ave
- Call for a Revolution – Hogni
- Leipzig – Orka
- The Color of Dark – Eivør/Ginman
- Time – Dánjal
Ársins bólkur/einstaklingur
- AVE
- Brynjolfur
- Høgni Lisberg
- Orka
- Sakaris
Ársins sangur
- Back against the Wall – Hogni
- Myrka blátt – Greta Svabo Bech
- Oyðin – AVE
- Raindrops – Dánjal
- Tú hevur tær dýrastu perlur – Guðrið Hansdóttir
Ársins songkvinna
- Eivør Pálsdóttir
- Kristel Lisberg
- Greta Svabo Bech
- Guðrið Hansdóttir
- Rebekka Petersen
Ársins sangari
- Bárður á Lakjuni
- Benjamin Petersen
- Dánjal á Neystabø
- Høgni Lisberg
- Jens Marni Hansen
Ársins sangari/einstaklingur
- Angelika Nielsen
- Dávur Juul Magnussen
- Rúni Brattaberg
Ársins bólkur
- Bergur Nielsen Trio
- Xperiment
- Yggdrasil
Ársins útgáva ella konsert
- Cesurae – Cesurae
- Høvdingar hittast – Gavin Bryars
- Føroya Synfoniorkestur við Pekka Kuusisto
Ársins kompositión
- Náttarsangur til á – Andras Spang Olsen
- Nordisk messe – Sunleif Rasmussen
- Døgg og sproti (kompositión eftir Angeliku Nielsen) - Yggdrasil
Ársins útgáva
- Kristina Bærendsen – Nothings here to stay
- Sigmund – Live with the Boogiemen
- Vágaverk – Drekkivatn
Ársins bólkur/einstaklingur
- Kristina Bærendsen
- Sigmund
- Vágaverk
Ársins sangur
- Hvar Baby – Vágaverk
- There is Room at the Table – Blátt Gras
- Tú eigur hjartað hjá mær – Systrar
Ársins kvinnuligari ella mannligi sangari
- Halleluja Sofus
- Kristina Bærendsen
- Sigmund
Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
- AVE
- Dan Olsen
- Ester Kristiansen
- Hulda
- Mattias Kapnas
- Norðan
- Janus W. Mortensen
- Jórunn Gudmundsen
- Rebekka Petersen
Ársins framleiðari
- Finnur Hansen
- Janus Rasmussen
- Michael Blak
- Niclas Johannesen
- Tróndur Bogason
Ársins sjónbandalag
- Byrta - Í tínum eygum
- Brynjolfur - The Save
- Eivør - Rain
- Guðrun & Bartal – Tilvitskuleinkjur
- Týr - The Lay of Our Love
FMA 2014
Faroese Music Awards 2014 varð hildið í Norðurlandahúsinum á stórum tónleikatiltaki leygarkvøldið 15. mars 2014. Vertir vóru Barbara Holm og Eyðfinn Jensen. Arbeiðsbólkurin valdi Ársins framleiðara, Ársins nýggja bólk/einstakling, Ársins átak og Ársins tónleikaheiður. Stuðlar: Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Mentamálaráðið, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna, Poul Michelsen Heilsøla og Føroya Bjór.[40]
Hesir sangarar/orkestur framførdu:
- Jóannes Andreasen
- Jens Marni Hansen
- Marius Ziska
- The Absent Silver King
- Kári Sverrisson
- Hallur Joensen & Kristina Bærendsen
- Tórshavnar Kamarkór
- Leila av Reyni
- Allan Tausen
- Reduce to Ash
- LoverLover
- Døgg Nónsgjógv
- Cantabile
- Hanus G. Johansen
Vinnarar FMA 2014
Rock/Málm, Jazz, Blues og Folk bólkurin
Opin bólkur
Popp bólkurin
- Ársins sangari: Hallur Joensen[41]
- Ársins songkvinna: Greta Svabo Bech
- Ársins sangur: Døgg Nónsgjógv fyri sangin Tú tók mína hond
- Ársins fløga: Byrta
- Ársins bólkur/einstaklingur: Byrta
- Ársins live bólkur: Swangah
Aðrar virðislønir
- Ársins nýggi bólkur: Byrta
- Ársins framleiðari: Baroli Music
- Ársins videolag: Greta Svabo Bech fyri Broken Bones
- Ársins tónleikaheiður: Simme[42]
- Ársins átak: HOYMA við Jón Tyril og øðrum
- Ársins tekstur: Jóanes Nielsen fyri sangin Lívið er júst sum tað er, sum Kári Sverrisson hevur gjørt lag til og hevur sungið tekstin
- Ársins fløguhúsið: Valkyrja hjá bólkinum Týr
Tilnevningar 2014
Ársins sangari ella einleikari
- Kári Sverrisson
- Jón Aldará
- Høgni Lisberg
Ársins bólkur ella einstaklingur
- Týr
- Hamferð
- Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Ársins fløga
- Valkyrja – Týr
- Evst – Hamferð
- Nøkur fá fet aftrat – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
Ársins sangur
- Stóra lívmóðurin – Kári Sverrisson & Bendar Spónir
- Tokan – Marius og Svavar Knútur
- Nation – Týr
Ársins einleikari ella bólkur
- Eivør
- Bendar Spónir
- Kvartettin í Betesda
Ársins fløga
- Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
- Skrímslið, lítla systir mín - Eivør
- Hvussu bendir man spónir - Bendar Spónir
Ársins lag/verk
- Lurta nú – Eivør
- Motion/Emotion – Sunleif Rasmussen
- Hin nýggi sangurin – Bendar Spónir
Ársins sangari
Ársins songkvinna
- Greta Svabo Bech
- Guðrið Hansdóttir
- Guðrun Pætursdóttir Háberg
- Døgg Nónsgjógv
- Laila Carlsen
Ársins fløga
- Byrta – Byrta
- Story Music – Teitur
- Undirgangstónar – Swangah
- Áðrenn vit hvørva – Høgni Reistrup
- With Stars & Legends – Hallur
Ársins sangur
- Loyndarmál – Byrta
- Tú tók mína hond – Døgg Nónsgjógv
- Shut Up & Sing – Greta Svabo Bech
- Rock And Roll Band – Teitur
- Heyah – Allan Tausen
Ársins bólkur/einstaklingur
Ársins nýggi bólkur/einstaklingur
- Byrta
- Døgg Nónsgjógv
- Greta Svabo Bech
- The Absent Silver King
- LoverLover
- Flamma
- Allan Tausen
- Laila av Reyni
- Jákup Lützen[43]
Ársins framleiðarar
- Jens L. Thomsen
- Kristoffur Mørkøre
- Baroli Music
- Jákup Zachariassen
- Janus Rasmussen
Ársins videolag
- All In – Tú, leikstjóri: Polar Films Entertainment[44]
- Lena Andersen – The Fighter, leikstjóri: Lene Drachmann[45]
- Byrta – Norðlýsið, leikstjóri: Heiðrik á Heygum[46]
- Eivør – True Love, leikstjóri: Heiðrik á Heygum[47]
- Greta Svabo Bech – Broken Bones, leikstjóri: Jamie Quantrill[48]
Sí eisini
Keldutilfar
- "nordlysid.fo, Tríggjar dómsnevndir hava talað". http://www.nordlysid.fo/triggjar+domsnevndir+hava+talad.html. Heintað 2014-02-23.
- kvf.fo - FMA 2015: Her er øll tey tilnevndu
- FMA 2023, kvf.fo, 12. mars 2023
- Hesi eru tilnevnd til FMA, in.fo, 2. mars 2023
- Tilnevningarnar til FMA avdúkaðar, portal.fo, 2. mars 2023
- FMA 2023: Hesi løg eru í uppskoti til ársins lag, kvf.fo, 9.03.2023
- FMA 2023: Tilnevningar til ársins útgávu/konsert, kvf.fo, 8.03.2023
- Hesi vunnu FMA 2023, portal.fo, 11. mars 2023
- FMA 2023: Marius eigur ársins lag, kvf.fo, 11. mars 2023
- FMA 2023: Vinnarar í opna flokkinum, kvf.fo, 11. mars 2023
- Akkordeon & Violin – Anna & Angelika, tutlrecords.com
- FMA23: Guðrið vann Ársins Útgáva, in.fo, 11. mars 2023
- Gult myrkur - Guðrið Hansdóttir | Tutl, tutlrecords.com
- FMA 2023: "Gult myrkur" er ársins útgáva og ársins tekstur, kvf.fo, 11. mars 2023
- FMA 2023: Reiley og RSP vunnu hvør sína heiðursløn , kvf.fo, 12. mars 2022
- FMA 2023: Jóan Jakku Guttesen fekk tónleikaheiðurin, kvf.fo, 11. mars 2023
- FMA 2023: Tónleikadrotningin vann útflutningsheiðurslønina, kvf.fo, 11. mars 2023
- FMA 2022: Her eru uppskotini, kvf.fo, 3.03.2022
- FMA 2022, kvf.fo, 12.03.2022
- FMA22: Hesi vunnu, kvf.fo, 13.03.2022
- Martin Joensen heiðraður á FMA, kvf.fo, 12.03.2022
- FMA 2021, kvf.fo, 6.03.2021
- Hesi eru tilnevnd á FMA 2021, kvf.fo, 22.02.2021
- SAVNSGULL: FMA æt AME í 2005, kvf.fo, 11. mars 2020
- Nýggjar avdúkingar á FMA, kvf.fo, 28.02.2020
- FMA er avlýst, kvf.fo, 6.03.2020
- FMA-tilnevningarnar 2019, portal.fo, 25. februar 2019
- FMA 2019, kvf.fo, 9. mars 2019
- Hesi eru tilnevnd á FMA, kvf.fo, 25.02.2019
- Midjord, Eyðbjørt Skylv (5. mars 2018). "FRUM fær tvær tilnevningar afturat". Kringvarp Føroya. https://kvf.fo/greinar/2018/03/05/frum-faer-tvaer-tilnevningar-aftrat. Heintað 12. mars 2018.
- FMA 201820-03-2018, kvf.fo, 20. mars 2018
- Egholm, Sverri (10. mars 2018). "Yvirlit: Hesi vunnu FMA-virðisløn". Portal.fo. http://portal.fo/yvirlit+hesi+vunnu+fmavirdislon.html. Heintað 12. marts 2018.
- "Tilnevningarnar til FMA 2018 klárar". Portal.fo. 28. februar 2018. https://portal.fo/tilnevningarnar+til+fma+2018+klarar.html. Heintað 12. mars 2018.
- FRUM fær tvær tilnevningar afturat, kvf.fo, 5. mars 2018
- FMA 2017, kvf.fo, 13-03-2017
- FMA 2017: Hesi eru tilnevnd, kvf.fo, 02-03-2017
- Kvørnin: FMA 2017-tilnevningarnar, kvf.fo, 09-03-2017
- in.fo - Guitaristurin gjørdist sangari Archived 2015-09-10 at the Wayback Machine, skrivað hevur Danjal av Rana, hin 14. mars 2015.
- in.fo - Hesi vunnu á FMA Archived 2016-02-07 at the Wayback Machine, skrivað hevur Danjal av Rana, hin 15. mars 2015.
- Sosialurin frá 17. mars 2014 "Fakta um FMA".
- "aktuelt.fo, FMA - seinni hálvleikur: Simme fekk ársins tónleikaheiður". http://aktuelt.fo/fma+seinni+halvleikur+baroli+music+er+arsins+framleidari.html#.UyV5gUIhCK0. Heintað 2014-03-16.
- "in.fo, Ársins tónleikaheiður: Simme". http://www.in.fo/news-detail/news/arsins-tonleikaheidur-simme/. Heintað 2014-03-16.
- Kvf.fo, FMA: Tilnevningarnar klárar
- Tú á Youtube
- The Fighter á YouTube
- Norðlýsið á YouTube
- True Love á YouTube
- Broken Bones á YouTube