Fariseararnir
Fariseararnir vóru tann størsti trúarflokkurin á Jesu døgum. Teir hildu seg so strangliga til jødadómin, at teir ofta minstu ta sonnu meiningina burtur. Nógvastaðni í evangeliunum skiftir Jesus orð við fariseararnar og kallar teir hyklarar, tí teir eru so sjálvrættvísir. Farisearnir stóðu ofta ímóti Jesusi, og einaferð royndu teir at seta hann fastan í orðum. Teir spurdu hann, um tað var rætt av einum, ið var lýðin Guðs lóg, eisini at ganga eftir ríksins lógum og gjalda skatt. Jesus svaraði og bað teir vísa sær ein penga, ið keisarans mynd stóð á. Síðan segði hann: “Gevið tá keisaranum tað, ið keisarans er, og Guði tað, ið Guðs er!”.
![](../I/Christus_im_Hause_des_Pharis%C3%A4ers_Jacopo_Tintoretto.jpg.webp)
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.