FIFA

FIFA (Fédération Internationale de Football Association) er alheims samgonga fyri tjóðar fótbóltssambondini. Limasambondini eru úr mestsum øllum londum í heiminum. Føroyar gjørdist limur í FIFA 2. juli 1988.

Flaggið hjá FIFA.
Høvuðssætið hjá FIFA í Zürich.
FIFA-limaskapur.

Søga

Í mai 1904 hittust sjey tjóðir í París fyri at seta á stovn FIFA. Fyrstu limalondini vóru Belgia, Danmark, Frakland, Niðurlond, Spania, Sveis og Svøríki.[1]

Ongland, Skotland, Írland og Wales vóru ikki umboðað á fundinum, men Ongland gjørdist limur árið eftir (1905) og Skotland óg Wales fylgdu í 1910. Fyrstu limalondini uttanfyri Evropa vóru Suðurafrika í 1909/1910, Argentina í 1912 og Kili saman við USA í 1913.

Í dag er altjóða fótbóltssamgongan meginfelagið fyri tjóðar fótbóltssambond úr 211 londum.[2]

Høvuðssætið hjá FIFA er síðan 1932 í Zürich í Sveis. Núverandi FIFA-forseti síðan 2016 er Gianni Infantino.[3]

Hygg eisini at

Ávísingar úteftir

Keldur

  1. History of FIFA, fifa.com
  2. Associations, fifa.com
  3. About the President, fifa.com
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.