Føroya Náttúrugripasavn
Føroya Náttúrugripasavn varð stovnað í 1955 við tí endamáli at savna, varðveita og framsýna náttúrugripir, sum lýsa náttúru landsins og savna, varðveita og handfara náttúruvísindaligt tilfar. Savnið er skipað í 2 deildir: djórasavn og plantusavn. Upprunaliga var Jarðfrøðisavnið eisini partur av Náttúrugripasavninum, men nú er hetta lagt saman við fyrrverandi Oljufyrisitingini, samanlagdi stovnurin eitur Jarðfeingi. Náttúrugripasavnið heldur til á Debesartrøð á V.U.Hammershaimbsgøtu 13 í Havn.[1]
Keldur
Ávísngar úteftir
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.