Eysturtimor

Eysturtimor ella Timor-Leste er eitt land í Asia, ið fevnir um eystara partin av oynni Timor. Landið liggur millum Indonesia og Avstralia. Eftir 400 ár sum portugisisk hjáland, 25 ára indonesiska hertøku og eftir at vera stýrt av ST í 30 mánaðir, gjøridst Eysturtimor eitt sjálvstøðugt land hin 20. mai 2002. Landið fevnir um eitt øki á 15.007 km². Fólkatalið er umleið 1.340.513 (2021). Eysturtimor er eitt av teimum fátækastu londunum í Asia.

República Democrática de Timor-Leste
Flagg Eysturtimor
(Flagg Eysturtimor)
Skjaldarmerki Eysturtimor
(Skjaldarmerki Eysturtimor)
Tjóðarslagorð: Unidade, Acção, Progresso
Tjóðsangur: Pátria
Alment mál Portugisiskt1
Høvuðsstaður Dili
Forseti José Ramos-Horta
Forsætisráðharri Xanana Gusmão
Fullveldi 28. november 1975 (frá Portugal);
20. mai 2002 (frá Indonesia)
Vídd
 - tilsamans
 - vøtn (%)
 
14.874 km²
Íbúgvar
 - tilsamans 2021
 - tættleiki
 
1.340.513
78/km²
Gjaldoyra Dollar (USD)
Tíðarøki UTC +9
Økisnavn á alnetinum .tl
Telefonkota +670
1 og 16 onnur mál

Søga

Fornsøga

Hildið verður, at oyggin varð fólkað millum 20.000 og 40.000 ár f.Kr. av Velo-Avstralskum fólkaslag, eins og á Sri Lanka. Eitt annað ástøði sigur, at fólk komu frá Melanesiu umleið ár 3000 f.Kr., og at tað seinni komu fólk úr syðra parti av Kina og av norðara parti Indokina umleið ár 2500 f.Kr.

Hjáland

Portugal fór í 1520 á land við Oecussi og fór í holt við at gera økið til portugiskt hjáland, og eystari parturin av oynni fekk navnið Portugisisk Timor. Vestari partur av oynni var, eins og tær flestu av oyggjunum í økinum, gjørd til hjáland Hollands. Dili gjørdist høvuðsstaður í 1596. Útflutningur av viði av sandiltræi, ið nú nærum er útruddað, varð avloyst av útflutningi av kaffi, sukurrørum og bumull í 1815.

Í 1941 var oyggin eitt stutt tíðarskeið undir niðurlendskum og avstralskum stýri, áðrenn japanskar herdeildir hersettu oynna í februar 1942. Portugal tók oynna aftur í september 1945, eftir at yvir 50.000 íbúgvunum av Timor lótu lív í stríðnum móti Japan.

Kort yvir Eysturtimor.
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.