Eva Cassidy

Eva Marie Cassidy, fødd 2. februar 1963 í Washington, D.C., deyð 2. november 1996 í Bowie, Maryland, var ein amerikonsk songkvinna.

Cassidy sang jazz, blues, fólkatónleik, gospel og popp, og hóast hon var dugnalig sum tónleikari, so var hon, meðan hon livdi fyrst og fremst kend í heimbýi sínum, Washington. Uttanfyri heimbýin gjørdist hon fyrst kend í Stórabretlandi, har ein radiostøð byrjaði at spæla hennara tónleik. Í 2001 náddi album hennara bretsku hittlistarnar og varð seld í milliónatali. Hon var sera smaðin og tordi illa at framføra fyri nógvum fólkum, tað er nokk ein av orsøkunum til, at hon ikki gjørdist víðakend fyrr enn eftir deyða hennara. Eva Cassidy gjørdist bert 33 ára gomul. Hon doyði av húðkrabba (malignt melanom).

Útgávur

  • The Other Side (1992) við Chuck Brown
  • Live at Blues Alley (1996)
  • Eva By Heart (1996) - einasta studioalbum hennara
  • Wonderful World (1997)
  • Songbird (1998) - Ein uppsamlingsfløga við sangum frá hennara fyrstu trimum útgávum.
  • Time After Time (2000)
  • No Boundaries (2001)
  • Imagine (2002)
  • American Tune (2003)
  • Somewhere (2008)
  • Simply Eva (2011)

Keldur

    This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.