Etna
Etna (3.357 m)[2] er eitt gosfjall í lýðveldinum Italia. Etna liggur nærhendis býunum Messina og Catania á eysturstrondini á Sisilia. Etna goysir oftani, og sjáldan gevur tað trupulleikar fyri flogferðsluna. Etna er hægsta og virknasta eldgosið í Evropa. Í 2011 goysti hon 17 ferðir. Gosfjøll í Evropa eru bara í Íslandi og Suðuritalia, har bæði Etna og Stromboli enn eru virkin.
Mount Etna | |
---|---|
Etna við býnum Catania framsýni | |
Hædd | 3.357 m (11.014 ft) |
Primerfaktor | 3.357 m (11.014 ft) |
Listing | Ultra |
Staður | |
Mount Etna | |
Koordinatir | 37°45.3′N 14°59.7′E[1] |
Jarðfrøði | |
Slag | Fløgugosfjall |
Aldur á steini | 350.000 - 500.000 ár |
Seinasta útbrot | 2013 til 2015 (virkin) |
UNESCO World Heritage Site Mount Etna | |
Navn sum innskrivað á Listanum yvir Heimsarvar | |
Slag | Náttúrligt |
Metingarstøði | vii, viii, ix |
Kelda | 1427 |
UNESCO región | Evropa |
Innskrivingarsøga | |
Áskrift | 2013 (37. Seta) |
Gosfjallið Etna goysir í 1992. Í grótfloyminum er jarn, sum verður magnetað í jørðfeltinum. Magnetiskar kanningar av hesum grótinum kunnu so altíð seinni vísa, hvussu magnetisku viðurskiftini vóru á Sisilia í 1992.
Myndasavn
- Fylgisveinamynd.
- Her goysir Etna glóðheitt lava.
Slóðir úteftir
- "Mount Etna Volcano Erupts In Sicily, Italy", The Huffington Post heintað 5. januar 2012
Keldur
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.