Estiskt mál
Estiskt er eitt finskt-ugriskt mál, sum umleið 1,1 millión fólk tosa, serliga í Estlandi. Eins og finskt hoyrir estiskt til tann eystrasaltfinska undirbólkin. Tað estiska málføri, ið verður tosað í Suðurestlandi, er rættiliga ymiskt frá tí standardiseraða estiska málinum, og verður til tíðir roknað sum eitt sjálvstøðugt mál.
Estiskt er almenna málið í Estlandi og móðurmál fyri umleið 950 000 fólk har, ið er umleið tríggir fjórðingar av fólkatalinum.
Ávisingar úteftir
This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.