Esbjerg

Esbjerg er ein býur í Jútlandi í Danmark, býurin liggur við vesturstrondina í útsynningspartinum av landinum. Í býnum búgva 71 618 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Esbjerg til tann fimtstørsta býin í Danmark. Rættiliga nógvir føroyingar fluttu til Esbjerg í kreppuárunum í 1990-árunum, og fleiri búgva har enn.

Havnin í Esbjerg.

Býurin er høvuðsbýur í Esbjerg kommunu og størsta býarøkið í Vesturjútlandi við beinleiðis ferðasambandi til Kolding og Odense via motorveg E20 og jarnbreytina.

Havnin er drivmegin í Esbjerg, og nógv virksemi er innan offshore-vinnuna. Harumframt virkar Esbjerg Havn sum ferjulega. Býurin hevur einaferð verið størsta fiskivinnuhavnin í Danmark, men er tað ikki longur.

Í ein landnnyrðing av býnum liggur flogvøllurin Esbjerg Lufthavn.

Innan ítrótt er Esbjerg kent fyri sítt fótbóltsfelag EfB (Esbjerg forenede Boldklubber) og ishockeyfelagið Esbjerg Energy, ið spæla teirra heimadystir á ávikavist Blue Water Arena og Granly Hockey Arena.

This article is issued from Wikipedia. The text is licensed under Creative Commons - Attribution - Sharealike. Additional terms may apply for the media files.